TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ, aftaná 4-0 sigurin hjá KÍ á AB úti á Argjum.
Mikkjal er glaður um avrikið hjá sínum monnum, og leggur dent á, at tað er týdningarmikið at "renna eitt lið niður", tá møguleikin býðst, og KÌ-arnir sótu ikki á boðunum.
Mikkjal heldur, at nógv av tí, sum KÍ hevur arbeitt hevur eydnast. Hann leggur dent á, at talan skal verða um framgongd, bæði á stigatalvuni og í spælinum.