Skal vera við til at menna miðbý og ferðavinnu

Tað er einki minni enn ein perla í miðbýarhjartanum, tað nýumvælda og útbygda Hotel Tórshavn, sum týsdagin í farnu viku alment varð tikið í brúk.

Fyri tey mongu, sum hava gist á gamla Sjómansheiminum og fingið mangan góðan døgurða á matstovuni, eru broytingarnar einki minni enn ein lítil kolvelting. Frá at vera eitt sjómansheim telist staðið nú millum tey snotuligastu hotell í landinum. Johannes Jensen, stjóri er fegin, nú alt tað nógva byggiarbeiðið loksins er liðugt. Og hóast hann ikki vil siga, hvussu nógvar milliónir alt hetta hevur kostað, so sær hann fram til, at íløgan kann forrenta seg og at tey við hesi íløgu hava givið sítt íkast til at taka ímóti einum vónandi vaksandi tali av turistum. –Við hesi útbygging vóna vit, at ferðavinnan kann fáa betri og víðari karmar, umframt at vit eisini kunnu bjóða staðið fram til allar føroyingar sigur Johannes Jensen.

 

Tað var í august 2005, at nýggju eigararnir yvirtóku Sjómansheimið. Hava síðan umvælt allan bygningin innan. Harumframt er bygningurin málaður reyður uttan við eyðkendu gomlu hvítu strípunum. Eisini er ein uttandura fortovscafé gjørd oman ímóti Vágsbotni. Gamla inngongdin frá Mylnugøtu er tikin í nýtslu aftur. Samstundis er høvuðsinngongdin umvæld og gjørd handicapvinarlig við rampu og skjótihurð. Innan fevna umvælingarnar um elskipanir, alarmskipanir, elevator, teppi, máling, ventilatión, køk, innbúgv, alment handicaptoilet, internet, vm.

 

Í dag hevur Hotel Tórshavn 43 kømur og 3 fundarhøli frá 8 til 80 fólk. Harumframt eru trý smá bólkarúm, sum eisini kunnu brúkast til fundir. Umvælingin hevur tikið umleið 15 mánaðir. Ein sjónvarpsskipan er sett upp, so øll kømur hava 25 rásir at velja ímillum. Eisini er fyri fyrstu ferð Pay TV á hotelkømurum í Føroyum. Kømurini á Hotel Tórshavn hava gott útsýni. Helmingurin hevur útsýni yvir vakra havnalagið við smábátunum, meðan hin helvtin av kømurunum hevur útsýni yvir Ráðhúsið og Vaglið.

 

Hotel Tórshavn er roykfrítt - tó er møguligt at roykja í túninum uttanfyri við stólum, borðum, markisu og hitalampum. Um roykt verður er bótin kr. 2.500,-. Upphæddin kemst av at hotellið hevur beinleiðis brandalarm samband til brandstøðina. Tá ið falskur alarmur er fær hotellið eina rokning frá brandstøðini. Harumframt skulu tey gera kømurini eyka reint um roykt verður. Sostatt er eingin "vinningur" í hesi stóru bótini uppá kr. 2.500 sigur Johannes Jensen, stjóri. Higartil hava tvey fólk goldið hesa bót, tí tey hava roykt á kamarinum.