Skal vera sum hon er

Ver sum tú er, men lurta altíð eftir, hvat onnur siga og hugsa. Hetta vóru boðini frá Trygva F. Guttesen, fráfarna næstformanni Sambandsfloksins, til Lisbeth L. Petersen, eftir at tað var greitt, at var vald til nýggja formann floksins

 

? Eingin kann broyta eitt samfelag og eingin kann broyta heimin, uttan tey, sum ikki lata seg broyta av heiminum. Ver sum tú er, men lurta altíð eftir, hvat onnur siga og hugsa.

Hetta vóru ráðini frá fráfarna næstformanninum í Sambandsflokkinum til Lisbeth L. Petersen, eftir at tað var greitt, at hon hevði vunnið formansvalið.

Trygvi F. Guttensen takkaði eisini Edmundi Joensen fyri tíggjuáraskeiðið, hann hevur sitið sum formaður fyri flokkin.

? Tað er kalt á toppinum, sitandi har skalt tú ikki vænta ta stóru tøkkina. Tær skilagóðu avgerðir, sum ein formaður tekur, verða ofta tiknar sum ein sjálvfylgja, meðan mistøkini verða gjølla skrásett. Tey verða goymd og brúkt í tí politiska spælinum ? tíverri, staðfesti Trygvi F. Guttesen.

Fyrrverandi næstformaðurin gjørdi greitt, at Edmund Joensen, sum formaður, hevur tikið skilagóðar avgerðir, men at hann eisini, eins og øll onnur, hevur gjørt mistøk.