Skal vera slætt borð

Formaðurin í Lærarafelagnum vil ikki hoyra talan um, at sáttmálin hjá maskinmeistarunum skal hava nakað við teirra samráðingar at gera

ARBEIÐSMARKNAÐUR
 
Semjan millum SEV og Maskinmeistararnar eigur ikki at hava nakra ávirkan á sáttmálasamráðingárnar í heyst.
Hetta heldur formaðurin í Føroya lærarafelag, Magnus Tausen. Hann heldur málið um maskinmeistararnar og SEV og teirra samráðingar vera púra hvør sítt.
-        Vit vilja ikki oyðileggja nakað fyri maskinmeistararnar. Hvat teir fáa frá SEV hevur einki at gera við okkara samráðingar, sigur Magnus Tausen.
-        Hvat arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir á tí privata samdust um fyrr í ár leggur heldur ikki støðið hjá okkum. Tað er púra burturviðm, at aðrir partar skulu kunna áseta okkara prosentkarm, sigur Magnus Tausen.
Við hesum sipar formaðurin í Lærafelagnum eisini til útsagnirnar hjá Bárði Nielsen um, at fakfeløgini eru samantvinnaði. Gevur tú tí eina eitt prosent; so skulu hini eisini hava eitt prosent.
-        Okkara samráðingarnar eiga ikki at vera tengdar at øðrum samráðingum á tí privata økinum, sigur Magnus Tausen.
-        Skal Bárður Nielsen hava ein nullloysn, so skal tað koma í samráðing og ikki sum krav frá byrjan. Tá er ikki talan um samráðing, men um diktat. Og feløgini samráðast ikki um nullloysnir, sigur Magnus Tausen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Avvápnað
Tað hevði valla endað við ramaskríggjum kring landið, um lærarnarir á hægstu summartíð fóru í verkfall.
- Vit eru avvápnaðir í løtuni, so vit hava ikki hugsað um at farið í verkfall, sigur Magnus Tausen.
Føroya lærafelagið hevur verið í samband við Starvsmannafelagið og onnur fakfeløg. Og feløgini hava avgjørt at hittast í summar. Men einki umfatandi verkfall ella líknandi er í umbúna. Feløgini hava avgjørt og tosa saman, og formaðurin hjá lærarunum heldur, at feløgini hava nógv at tosa um. Og tað er ikki bert løn.
Magnus Tausen leggur eina við, at hansara felag ikki heldur tað verið í lagi, at løgtingið leggur upp í á tílíkan hátt.
- Vit eru harðliga ímóti tí, sum hendi mikudagin. Men tað er ikki nógv, ið vit kunnu gera við tað, sigur Magnus Tausen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$2,4% er nullloysn
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$- Ein nulloysn er ikki minni enn 2,4% í lønarhækkan
Vanliga hava feløgini, ið samráðast við tað almenna, fingið tí somu lønarhækkan, t.e. somu prosentvísu øking í lønini. Og hesum kann tað væl hugsast, at tað aftur hesaferð endar við.
-        Starvsmannafelagið hevur sum størsta felag oftani lagt støðið og hini fylgt eftir. Tí er tað eisini týdningarmikið, at feløgini tosa saman um krøvini, so at tey kunnu verða samd um felags krøv m.a. felags prosentkarm sigur Magnus Tausen.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men merkir tað, at Lærarafelagið kundi hugsað sær, at feløgini samráddust undir einum?
-        <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$- At øll feløgini samráðast undir einum er ikki neyðugt, men feløgini kundu í felag fingið sett lønarkarmin t.d. við at ein bólkur umboðandi feløgini tók hetta á seg.
Føroya lærarfelag hevur eina høvuðsavtalu, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ført fram ynski um at fáa fleiri av.
-        Høvuðsavtalan varð gjørd av neyð, men hon hevur hevur víst seg at rigga rímiliga væl í friðartíð, men hon er eitt haft um beinið, tá ið stríð tekur seg upp sigur Magnus Tausen sum setur sítt álit á, at felags skipan at loysa trætur kann verða skipað fyri allan arbeiðsmarknaðin.
Hann sigur seg væl skilja sjónarmiðini um, at 32 fakfeløg innan almenna sektorin er ov nógv. Men tað er veruleikin, og tað eiga myndugleikarnir at hava virðing fyri sigur hann.
- Fólk eru góð við sítt fak, og tað er ein styrki fyri samfelagið, sigur Magnus Tausen.