Tað skal vera loyvt hjá kommunum at seta vakmyndatól upp á almennum støðum. Tað halda bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin.
Og nú fara teir at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað. Í uppskotinum vilja tey hava Løgtingið at heita á Landsstýrið um at gera eitt uppskot um at loyva kommunum at seta vakmyndatól upp á serligum støðum, har vandi er fyri harðskapi.
Í hesum sambandi siga Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, at nógv mál um harðskap í býarlívinum verða ikki uppklárað og tí hava fleiri vilja havt eina skipan, har tað skal vera loyvt at seta vakmyndatól upp á almennum støðum, har vandin fyri harðskapi er størst.
Tey halda, at tað kann gera sítt til, at fleiri mál verða uppklárað. Men Dátueftirlitið hevur víst á, at sum lógin er nú, hava kommunur ikki heimild til at seta slík vakmyndatól upp.
Undanfarna landsstýri arbeiddi við málinum um at geva kommunum loyvi til at seta vakmyndatól upp, men málið var ikki liðugt, tá ið val varð útskrivað.
Tí skjóta Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera tað møguligt hjá kommununum at fáa slík loyvi.
– Sjálvsagt eiga reglur at vera fyri, hvør sleppur at hyggja at upptøkunum, og hvussu leingi tær kunnu goymast, siga teir báðir flokkarnir. Samstundis skal tað bara verða loyvt at brúka upptøkurnar í sambandi við harðskap.
Kunnu vakmyndatól gera sítt til at uppklára mál um harðskap í náttarlívinum, eigur tað at verða loyvt at seta vakmyndatólini upp - uttan at tað gongur rættartrygdini hjá fólki ov nær, siga flokkarnir.











