Skal vera bíligari at eiga og koyra el-bil

- Skulu vit av álvara fáa føroyingar at keypa elbilar, kemur tað ikki av sær sjálvum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Tí ætlar samgongan nú at gera tað meiri lokkandi hjá føroyingum at keypa el-bilar heldur enn bensin- ella dieselbilar.

 

Umframt at einki skrásetingargjald er á el-bilum og at tey, ið nýta streym at løða bilin við, fáa ein lægri streymprís, fer landsstýrið nú at broyta, hvussu vegskatturin skal útroknast.

- Tað, vit arbeiða við, er at finna eina skipan, har vegskatturin ikki longur skal verða ásettur eftir, hvussu nógv ein bilur vigar, men ístaðin eftir, hvussu illa hann dálkar, sigur landsstýriskvinnan.

 

Hetta fer at hava við sær at el-bilar og hybrid-bilar fara at rinda nógv lægri vegskatt.

 

Les meiri um ætlanirnar hjá landsstýrinum í Sosialinum, sum varð borin út til hvørt húski í dag.