Skal verða spennandi

Marni Djurhuus var sjálvandi ovurfegin, tá gullið var komið til høldar, og hóast hann ásannaði, at B36 slapp dekan ov væl inn aftur í dystin, so segði hann seg ongan tíð hava kensluna av, at sigurin var í vanda.

- Tað haldi eg ikki. Teir fáa sjálvandi málið til 2-1, og so trýsta teir væl eina løtu. Men tað verður ikki til meira enn tað sama. Vit skora so eisini til 3-1, men eins og við fyrra málið hjá teimum, so eru vit sløsutir í verjuni, soleiðis at teir skora. Men tíbetur gekk tað so kortini at toga sigurin heim.

Og tað er kanska soleiðis, at steypafinalurnar hjá tykkum helst skulu verða eitt sindur spennandi?

- Ja, tað vísir seg. At móti dystarenda skal spenningurin veruliga koma í, segði Marni Djurhuus stórsmílandi.