Skal verða lættari at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða

Nú er upp á tíðina, at okkurt verður gjørt við tað, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

 

Sum støðan er nú, verða føroyingar eggjaðir til at fara uttanlands at arbeiða - men samstundis er tað ringt at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða.

Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú tey hava havt aðalfund.

– Føroyski arbeiðsmarknaður er opin úteftir, og føroyingar hava frælsi at fara út um landoddarnar eftir nýggjum størvum - eisini størvum, sum eru at fáa í Føroyumm sigur Arbeiðsgevarafelagið

Felagið tekur undir við, at føroyingar hava frælsi at fara uttanlands at arbeiða. Men felagið tekur ikki undir við, at teir eisini skulu fáa frádrátt í skatti.

– Nú tað er brúk fyri øllum hondum í Føroyum, gevur tað púra onga meining, at vit hava stuðulsskipanir, sum eggja fólki at fara uttanlands at arbeiða, heldur Arbeiðsgevarafelagið.

Tískil mælir felagið til, at føroyskir arbeiðsgevarar ikki skulu standa verri í kappingini um arbeiðsmegina orsakað av skatti.

– Sum støðan er nú, førir hetta bara til, at okkara arbeiðsmarknaður kemur undir størri trýst enn neyðugt.

Men Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at tað er neyðugt at gera tað lættari at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða.

– Tað má verða lættari hjá føroyskum arbeiðsgevarum at fáa arbeiðsmegi til Føroya so at vit framhaldandi kunnu skapa menning og vøkstur, sum er til gagns fyri samfelagið, heldur Arbeiðsgevarafelagið.

– Arbeiðsloysið í Føroyum er lægri enn tað hevur verið leingi, ja kanska nakrantíð. Tølini fyri februar 2019 vísa eitt arbeiðsloysi upp á 1,2 prosent, og verður hugt verður eftir teimum ymsu økjunum í landinum, er arbeiðsloysið heilt niður ímóti 0,5 prosent summastaðni. Í summum økjum í landinum eru tað bara 10 fólk, sum ganga arbeiðsleys.

– Tá ið so fá eru arbeiðsleys, sigur tað seg sjálvt, at tað er torført hjá vinnulívinum at manna tey størv, sum eru tøk, sigur Arbeiðsgevarafelagið

Og felagið sigur, at tað er ein sannroynd, at hetta hevur ført við sær, at krøvini um lønarhækkingar eru størri enn tey annars høvdu verið og tað forðar fyri, at fyritøkur kunnu veksa.

Tá ið arbeiðsloysið í Føroyum fer niður um 3,5 prosent, er tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at fáa arbeiðsfólk úr ES londum til Føroya at arbeiða.

Men nú er arbeiðsloysið nógv minni enn 3,5 prosent, og tað er ikki nokk, at tað er lættari at fáa fáa arbeiðsmegi úr ES londunum.

Ein orsøk til tað er, at eisini í ES eru tey farin at mangla skikkaða arbeiðsmegi á summum økjum.

Í fyrra lagi heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag sostatt, at markið upp á eitt arbeiðsloysið upp á 3,5 prosent, eigur at verða tikið burtur.

Tað merkir, at tað skal bera til at fáa útlendingar úr ES londum higar at arbeiða, sama, hvussu stórt arbeiðsloysið annars er í Føroyum.

Men í øðrim lagi heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini, at tað skal bera til at fáa útlendingar úr allari verðini higar at arbeiða, soleiðis at tað ikki bara er avmarkað til ES londini.

– Tað er avgerandi fyri ein vælvirkandi føroyskan arbeiðsmarknað, og eitt sterkt vinnulív, at føroyski arbeiðsmarknaðurin altíð er nóg opin til at manna tey størv, sum eru tøk, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.