Lógarbroyting
Nú skal tað í ávísum førum verða lættari at fáa loyvi at skeinkja í Føroyum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður ætlar nú at broyta rúsdrekkalógina eitt sindur, so at hon ikki verður so stirvin og óliðilig at umsita, sum hon er nú.
Hann hevur gjørt eitt uppskot, sum er sent teimum ymsu flokkunum í samgonguni og tað verður eisini til viðgerðar á landsstýrisfundi fyrsta dagin.
Fær hann undirtøku fyri uppskotinum, verður tað lagt fyri Løgtingið.
Broytingarnar, sum ætlanin nú er at seta í verk, líkjast rættiliga nóg uppskotinum, sum varð lagt fram fyri einum ári síðani, men sum tað ikki eydnaðist at avgreiða fyri løgtingsvalið 30. apríl. Sostatt fall málið burtur, men nú roynir landsstýrismaðurin av nýggjum.
Uppskotið, sum vit hava fingið innlit í, snýr seg fyri tað mesta um at gera ymsar dagføringar í rúsdrekkalógini.
Mett verður ikki at broytingarnar fara at føra til, at nýtslan av rúsdrekka fer at økjast.
Heldur er endamálið við uppskotinum at rætta ávísar vansar við lógini. Og harumfrant er endamálið at fáa skipað viðurskifti á økjum, har tað í dag verður skonkt undir óskipaðum viðurskiftum og við ongum eftirliti, sigur bjarnmi Djurholm í viðmerkingunum til uppskotið.
Skeinkiloyvi til einstøk tiltøk
Eftir lógini er bara loyvt at skeinkja á støðum við skeinkiloyvi og loyvi at skeinkja kann einans verða veitt fólki og feløgum, sum hava gistingarhús ella matstovu.
Hinvegin er ikki heimild tilat geva skeinkiloyvi til einstøk tiltøk.
Hóast hesar avmarkingar í lógini, verður skonkt uttan loyvi og eftirlit í sambandi við einstøk tiltøk, staðfestir landsstýrismaðurin.
Støðan í dag virkar tí ikki tálmandi upp á nýtsluna, men elvir hinvegin til, at drukkið verður undir óskipaðum viðurskiftum og uttan eftirlit.
Henda støða er íkki í samljóði við endamálið við rúsdrekkalógini og tað er, at rúsdrekkanýtslan á almennum støðum skal vera undir skipaðum viðurskiftum og at hon annars skal tálmast, sigur Bjarni Djurholm í uppskotinum.
Hann skjýtur tí upp, at tá ið skipað verður fyri einstøkum tiltøkum, skal tað verða heimild til at loyva fólki, ella felagi, sum frammanundan hevur skeinkiloyvi, til at skeinkja á hesum tiltøkum. Tað vil siga, at tað skal vera loyvt hjá einum, sum hevur loyvi, at skeinkja uttanfyri vanliga skeinkistaði, tá ið serlig tiltøk eru. Talan kann verða um veitslur, ráðstevnur, fundir, framsýningar, ella onnur tiltøk, har fólk, sum frammanundan hava skeinkiloyvi, verða biðin um at koma á staðið at standa fyri skeinkingini.
Í serligum førum skal tað tó bera til at loyva fólki, sum ikki hevur skeinkiloyvi, at standa fyri skeinking, tá ið ongin loyvishavari er at átaka sær hetta.
Hetta er fyri, at tað eisini skal bera til at skeinkja á veitslum og øðrum tiltøkum úti á útoyggj, har onki skeinkiloyvi er uttan at bróta lógina.
Men í hesum sambandi ger landsstýrismaðurin greitt, at í hesum sambandi er tað av týdningi, at talan er um einstøk tiltøk.
? Tískil fevnir hendan ásetingin ikki um tiltøk, sum eru afturvendandi, ella reglulig, sigur hann.
Skeinkja í privatum veitslum
Og nú ætlar landsstýrismaðurin eisini, at tað skal verða loyvt at skeinkja í privatum veitslum, sum verða hildnar í bygdar- ella samkomuhúsum og har tey, sum halda veitsluna, sjálvi skipa fyri skeinking og borðhaldi.
Tí tað er tað nevniliga ikki eftir galdandi rúsdrekkalóg.
Í løtuni er lógin soleiðis, at verður skonkt í brúdleypum, rundum føðingardøgum, ella øðrum veitslum, skulu tey, sum leiga bygdar- ella samkomuhúsið út, hava skeinkiloyvi eftir somu reglum sum hotel og matstovur.
Hetta merkir sostatt eisini, at hølið skal vera góðkent til tílíkt virksemi.
Men landsstýrismaðurin heldur ikki at aldargamli siðurin, har fólk sjálvi leiga høli at halda brúdleyp og aðrar veitslur í, og har tey sjálvi syrgja fyri borðreiðing, mati og drekka, eigur at verða fevndur av rúsdrekkalógini.
?Slíkar veitslur eru privatar og av slíkum slagi, at tær einsvæl kundi verið hildnar heima, um pláss var. Tá ið skonkt verður á slíkum veitslum, eigur tað tí heldur ikki at koma undir rusdrekkalógina, sigur Bjarni Djurholm.
Bæði rusdrekka- og Narkotokaráðið og loyvisnevndin mæla til, at tað verður sett úr gildi, at tað skal vera neyðugt við skeinkiloyvi undir slíkum umstøðum.