Skal verða hundadýrt at dálka

Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, tekur nú enn eitt stig fyri at verja umhvørvið, hesaferð við einari munandi hækking í støddunum av bótum fyri oljudálking.

Í fjør summar setti landsstýriskvinnan í umhvørvismálum eina bunkringskunngerð í gildi, sum leingi hevði verið bíðað eftir. Hendan kunngerðin ásetir, hvussu farast skal fram í sambandi við bunkring og miðar ímóti at ovurfylling og aðrir mátar at dálka við olju ikki skulu koma fyri.
Nú verður so næsta stigið tikið.
- Eg haldi, at tíðin nú er komin at herða revsingina fyri oljudálking við at áseta munandi størri bøtur fyri hesa dálking, sigur Annika Olsen.
Hon vísir á, at vit hava upplivað alt ov mangar oljudálkingar hesi seinnu árini, bæði í havnum, áfirðum og vágum og á meiri opnum havi.
- At økja um støddina á bótunum er ein máti at bøta um mongu oljudálkingarar, og hetta er ein liður í at fara fyribyggjandi til verka, sigur Annika Olsen.
Uppskotið til broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum er sent til hoyringar hjá viðkomandi stovnum og feløgum, og hesi hava nú eina freist fram til 7. Februar at siga sína hugsan um uppskotið.
- Hin nógv eftirspurda bunkringskunngerðin kom í gildi í summar, skipaferðslan kring Føroyar sær út til at standa við og økjast, kunnleikin til regluverkið er væl kent í skipavinnuni og fleiri dálkingarmál eru avgreidd við sektaruppskoti, síðani lógin kom í gildi í 2005, meðan okkurt eisini er avgreitt í Føroya rætti. Vanliga hugsanin tykist tó vera, at bótastøddirnar eru ov lágar og ikki muna nóg væl sum fyribyrging. Hetta verður vónandi broytt nú, sigur Annika Olsen.

Raka peningapungin
At hækka bótastøddirnar fyri lógarbrot, óansæð um lógarbrotini verða framd í havnum, á firðum og vágum ella á opnum havi, er eisini ætlað sum fyribyrgjandi tiltak.
- Verandi kunngerð ásetur eina bót upp á 25.000 krónur fyri eina oljudálking upp á 500 litrar. Eftir nýggja uppskotinum verður støddin á bótini munandi hægri, sigur Annika Olsen.
Frameftir skal tað verða soleiðis, at eitt útlát á 50 litrar kostar 25.000 krónur, meðan útlát upp til 500 litrar fer at kosta 150.000 krónur. Og kemur útlátið upp á túsund litrar kostar tað eina bót upp á 250.000 krónur.
- Tað hevur tíverri víst seg, at oljudálking ikki veruliga verður tikin í ramasta álvara, fyrr enn tað rakar á peningapungin. Tí hava vit ætlanir um at geva bøtur, sum veruliga merkjast, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at bøtur á eina tílíka upphædd veruliga sendir eitt signal um, at landsstýrið meinar tað í álvara tá tað sigur seg vilja verja havumhvørvið.
- Tað vísir, at vit taka havumhvørivð og tað, sum í havinum svimur, í størsta álvara, og at vit hava ætlanir um at liva upp til, at vit hava heimsins reinasta hav, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at bunkringarkunngerðin og nýggja átakið við nógv strangari revsing fyri oljudálking eru risastig á rættari leið tá tað ræður um havumhvørvið, um um hetta er nóg mikið vil hon ikki siga.
- Eg veit ikki um vit nakrantíð gera nokk fyri umhvørvið, men hesi tiltøkini sum vit hava gjørt og fara at gera, veruliga muna. Oljudálking sleppa vit helst ongantíð heilt undan, men nú fáa vit so at síggja, hvussu langt hesi bæði tiltøkini røkka, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.