Frágreiðingin hjá Sendistovu Føroya í London er upp á slakar seksti síður. Hon lýsir nógv ymisk viðurskifti við atliti til okkara fiskivinnu og marknaðin í Stórabretlandi.
Í formælinum verður víst á, at nógv orðaskifti seinastu árini hevur verið um lutfalsliga stóra vøksturin í útflutningi av óvirkaðum toski og hýsu úr Føroyum til Stórabretlands. Ymiskar áskoðanir eru um, hvør orsøkin er til hesa gongd, og hvørt hetta fyribrigdi er ein trupulleiki ella ikki.
- Sendistova Føroya í London hevur sum partur av sínum virksemi fylgt gongdini í fiskivinnuni í Stórabretlandi seinastu árini, og greitt er, at stórar broytingar eru farnar fram. Talan er um broytingar í alheimssamfelagnum og lokalt í Stórabretlandi, sum ávirka føroyska fiskivinnu.
Sagt verður í frágreiðingini, at Stórabretland hevur síðan vinnuligur fiskiskapur tók seg upp kring Føroyar verið ein høvuðsmarknaður fyri serliga tosk og hýsu.
- Ætlanin við hesi frágreiðing er serliga at hyggja at rákinum á hesum marknaði, og hvussu vit kunnu vænta, at føroysk fiskivinna verður ávirkað av hesum.
Frágreiðingin lýsir føroyska útflutningsmynstrið, bæði hagtalsliga og við atliti at marknaðinum. Ein viðgerð er av føroysku kappingarstøðuni, og mett verður um framtíðarútlit.
- Greitt er, at sum støðan er í løtuni, eru útlitini ikki serliga bjørt. Tí verður eisini spurt í frágreiðingini: ?Hvat er til ráða at taka??
Hvørji eru ráðini?
Vit fara í hesum blaðnum at hyggja at tí partinum, sum eitur: ?Hvat er til ráða at taka??
- Tað kann tykjast eitt sindur ?abstrakt? at siga, at gongdin seinastu árini er eitt úrslit av broyttum kappingarfyritreytum, sum er ein avleiðing av alheimsgerðini, men í stóran mun er hetta veruleikin. Spurningurin, vit eiga at seta okkum, er tí: ?Hvussu møta vit á bestan hátt hesari avbjóðing, og hvussu tryggja vit, at okkara samfelag ikki bert verður ein útflytari av rávøru, men heldur kann mennast til eitt framkomið fiskivinnusamfelag?
Í frágreiðingini verður hildið fram:
- Vanliga, tá ið tosað verður um alheimsgerðina og ta hóttan, hon er fyri vinnulívið í vesturheiminum, verður sagt, at talan er ikki um eina hóttan, um bert vinnulívið í vesturheiminum klárar at flyta seg fram í virðisketuni ? hetta frá sonevndari frumframleiðslu til eina meira vitanartunga framleiðslu. Áherðsla eigur at verða løgd á høgan ?produktivitet?, vøru-og marknaðarmenning, har vinnan ger sær dælt av tí høga kunnleika og vitanarstøðinum í vesturheiminum. Alheimsgerðin skal vendast frá at vera ein hóttan til ein møguleika.
At flyta eina vinnu fram í virðisketuni, er ikki nakað, sum hendir frá degi til dags ? og møguliga ber hetta ikki til yvirhøvur.
- Møguliga eru forðingarnar ov stórar, og møguliga hava vit ikki neyðuga kunnleikan og vitanarstøðið, sum er neyðugt.
Áðrenn hugt verður nærri at hesum viðurskiftum, eiga vit at gera okkum greitt, hvørjir møguleikar eru at velja ímillum.
Ymiskir møguleikar
- Vit hava sett upp nøkur uppskot, men greitt er, at ymisku møguleikarnir allir hava við sær týdningarmikil samfelagslig árin.
Í frágreiðingini verður víst á, at vit kunnu a. lata standa til og einki gera fyri at betra um kappingarførið hjá framleiðsluvinnuni. Vit kunnu b. loyva verksmiðjuskipum at fiska og framleiða tosk og hýsu, sum verður veidd á føroyska landgrunninum ? og vit kunnu c. menna landframleiðsluna soleiðis, at hon kann flyta seg fram í virkisketuni.
- Vit hava valt bert at hyggja at møguleika c. Vit meta tað ikki vera skilagott bara at lata standa til, og til tess at meta um møguleikan at loyva verksmiðjuskipum at fiska og framleiða tosk og hýsu, sum verða veidd á føroyska landgrunninum, krevur hetta eina neyva kanning. Um hesin møguleiki er skilagóður, bæði vinnuliga og samfelagsliga, hava vit ikki kannað.
Og sagt verður víðari:
- Hyggja vit nærri at møguleika c., sum er at menna landframleiðsluna, soleiðis, at hon kann flyta seg fram í virðisketuni, so hevur hesin møguleiki við sær, at framleiðsluvinnan fer undir øðrvísi framleiðlu av toski og hýsu. Nýggjar vørur mugu framleiðast ? til nýggjar marknaðir. Uttan at fara í smálutir, tykist greitt, at framleiðsla av virðisøktum vørum, sum t.d. feskum køldum vørum, innballaðum ? ella coated ? vørum, royktum vørum og lidnum verðum, eru hóskandi møguleikar.
Sosialurin fer at venda aftur til frágreiðingina hjá Sendistovu Føroya í London og framløguna á Hotel Hafnia í komandi viku.









