Eftir at KÍ annars hevði lagt so lovandi fyri í landskappingini við sigri á HB, máttu teir fyri fjórðu ferð á rað fara sigursleysir av vøllinum. Og tað er ein støða, sum helst eingin í felagnum er nøgdur um.
- Tað er ikki nóg gott. Serliga fyrra hálvleik spæla vit út av lagi illa í dag, meðan seinni hálvleikur hóast alt er nakað frægari. Tá royna vit at leggja trýst á teir, og partvíst eydnast hetta eisini. Men saman um tikið er talan ikki um nóg gott avrik, helt Hjalgrím Elttør, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.
Og tit hava altso ikki vunnið síðani fyrsta dystin. Er tað nóg gott?
- Nei, bestemt ikki. Og tað var so heldur ikki tað, sum vit ætlaðu, og tað mugu vit so gera nakað við.
Hvussu?
- Tað er sjálvandi hart arbeiði. Vit hava tosað væl og virðiliga um tingini, men tað er altso á vøllinum, at arbeiðið skal gerast. Og tað er tað, sum vit nú mugu vísa, helt altso Hjalgrím Elttør at enda.










