Skal umvæla operahúsið

Danski arkitekturin Jørgen Utzon, sum teknaði tað kenda operahúsið í Sidney í Avstralia, er nú biðin um at standa fyri arbeiðinum, nú operahúsið skal umvælast.

Jørgen Utzon hevur ikki verið í Avstralia seinastu 40 árini, og tá hann fór haðani, svór hann, at hann fór ikki at seta fótin á avstralska jørð aftur. Orsøkin var, at hann bleiv uppsagdur, áðrenn húsið var liðugt, men sambært blaðnum Information hevur tann nú 85 ára gamli arkitekturin játtað at leggja avstraliumonnum lag á við umvælingini, sum er rættiliga umfatandi.

Tað er kortini ivasamt, um Jørgen Utzon fer til Avstralia. Við bretska blaðið The Independent sigur hann seg vera sera fegnan um avstralsku áheitanina, men sum skilst ætlar hann sær at sita við hús og leggja avstraliumonnum lag á haðani.