Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdoğan, skal í morgin skifta orð við russiska forsetan, Vladimir Putin, og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
Tað skrivar tíðindastovan Tass, sum endurgevur eina turkiska ávís. Tað eru eisini aðrir miðlar, sum í kvøld bera hesi tíðindi.
- Erdoğan skal hava telefonsamrøður við sínar russisku og ukrainsku starvsfelagar mikudagin, skal eitt umboð fyri turkiska forsetan hava sagt.
Málið við samrøðunum er sambært Tass at umrøða eina møguliga loysn á krígnum í Ukraina.
- Recep Tayyip Erdoğan vil umrøða spurningin um eina loysn á krígnum, leggur tíðindastovan Tass aftrat - við turkiskari ávís sum keldu.









