Landsverk ger nú eina roynd at betra um ferðslutrygdina.
Á vegastrekkinum millum Fjarða verða í hesum døgum málaðir pílar á koyribreytina, sum skulu eggja bilførarum at halda neyðugu fjarstøðuna til bilin framman fyri.
20-25 metrar eru millum pílarnar, og útrokningar vísa, at koyra bilar 80 kilometrar um tíman, skal fjarstøðan millum bilarnar vera 45 metrar. Tað vil siga, at bilførari skal altíð síggja tveir pílar millum seg og bilin framman fyri.
Hagtøl vísa, at nógv ferðsluóhapp henda, og at summi fáa klipp í koyrikortið, tí fjarstøðan millum bilarnar er ov lítil. Seinastu fimm árini eru umleið átta prosent av øllum óhappum á landsvegum, har løgreglufrágreiðing er skrivað, hend, tí at ov stutt hevur verið millum bilarnar.
Royndir uttanlands vísa, at hesir pílar og vegaskelti gera góðan mun, tá tað ræður um fjarstøðuna millum bilarnar.
Royndirnar hjá Landsverk verða í fyrsta lagi gjørdar á vegastrekkinum millum Fjarða, men seinni fara eisini onnur vegastrekki at fáa somu pílar og skelti.