Tænastuvinnan blómar. Fólk savnast meira enn nakrantíð á matstovum, vertshúsum og dansistøðum, men lógaravmarkingar køva vinnuna. Hetta hevur eina niðurbrótandi ávirkan. Land og vinna missa umfatandi inntøkur, og viðferðin av kundanum, sum ynskir at gjalda fyri eina sjálvsagda tænastu, er út av lagi vánalig
Samfelagið flytir seg, tíðirnar broytast, og tað er áhaldandi neyðugt at tillaga lógir og reglur, ið avgerða karmar fyri samfelagið. Í hesum føri er talan um tænastuvinnuna og veitingastøð, sum umfata mat, skeinking og undirhald.
Orsakað av gomlum lógarásetingum fyri halgidagssið og upp- og afturlatingartíðir kemur meira enn so fyri, at fólk verða tveitt á dyr, tá tey als ikki ynskja tað. Ella ikki sleppa at verða undirhildin, tá tey ynskja tað.
Tað er eingin orsøk til hesa viðferð - annað enn, at politiska skipanin manglar at dagføra karmarnar rundan um tænastuvinnuna. Loysnin er sera einføld: at gera tað!
Halgidagslógin frá 1924 sigur millum annað, at almennt undirhald ikki má fara fram longri enn til midnátt dagin fyri ein kristnan halgidag og als ikki má fara fram dagin fyri nakrar heilt serligar halgidagar.
Í løgtingslóg og kunngerð frá 1992 er ásett av landsstýrissmanni og loyvisnevnd, at veitingastøð skulu lata aftur á midnátt gerandisdagar og leygar- og sunnunátt kl 04.00.
Í Framsókn ynskja vit at sleppa av við óneyðugt alment formyndarí, sum forðar privatu vinnuni at virka til fulnar. Veitingastøð skulu sleppa at samráða seg til og sjálvi áseta, nær tað passar teimum best at veita sína tænastu, tað veri seg við upp- og afturlating ella við at undirhalda kundan.
Sunneva H. Eysturstein
Valevni fyri Framsókn