Ein dómstólur í Fraklandi hevur álagt franska blaðnum Closer at útflýggja myndir, sum blaðið hevur av hertogainnuni Kate. Samstundis hevur blaðið fingið forboð fyri at selja øðrum myndirnar.
Sky News vil vera við, at Kate og maðurin, William prinsur, hava fingið 5.000 evrur í endurgjaldi. Herumframt hevur sakførari teirra kravt, at tað franska blaðið skal rinda parinum 10.000 evrur um dagin, til myndirnar eru útflýggjaðar.
Tað er ein italsk fjølmiðlafyritøka, sum eigur Closer, og sum fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi hevur ræðið á.