Skal taparin vinna?

   

Zakarias Wang
??????????????

Tær samgongusamráðingar, sum nú fara fram, eru ógvuliga óvanligar.
Í 1948 fór núverandi stýrisskipan okkara av bakkastokki. Teir flokkar, sum evnaðu hana til, vóru Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
Líka til 1998 hevur eingin meirilutasamgonga kunnað verið skipað uttan at minst ein av hesum flokkum hevur verið við.
Hesa støðu hava teir nýtt til at kravt, at ein av teimum skal hava løgmanssessin, og tað hevur yvirhøvur eydnast. Her er bert talan um tvey frávik, og tey eru komin í lag av tí, at Sjálvstýrisflokkurin tvær ferðir er farin yvirum og hevur givið Fólkaflokkinum løgmann. Fyrru ferð var í 1963. Tað vardi fýra ár. Aðru ferð var í 1989, og tað vardi tvey ár. Tað er hesi valdsstøðu fyri at takka, at heimastýrisflokkarnir hava havt løgmann 44 av teimum 50 árunum frá 1948 til 1998.
Men í 1998 hendi tað, at tað ikki longur var ein meiriluti av heimastýrisflokkum. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu ikki meiriluta. Løgmaður flutti tí yvirum.
Á valinum 2002 eydnaðist tað ikki heimastýrisflokkunum at endurvinna meirilutan, og heldur ikki nú í 2004 fingu teir meiriluta. Nú eru teir beinleiðis í minniluta, hava bert 15 av 32 tingmonnum, ein minni enn fyri valið.
Eftir øllum tí, sum vit hava verið von við í føroyskum politikki, skuldi hetta borið við sær, at vit nú fáa ein løgmann, sum er úr einum ikki-heimastýrisflokki.
Men í fjølmiðlunum hoyra vit, at Føroya næsti løgmaður skal koma úr einum av heimastýrisflokkunum, úr tí fylking, sum hevur tapt valið!
Kann hetta brotið við føroyska siðvenju yvirhøvur hugsast?