Júst sum kinesiski forsetin Hu Jintao, kemur til Danmarkar á almenna vitjan, kunnger Amnesty International eina frágreiðing, sum staðfestir, at Sýrialand keypir vápn frá Russlandi og Kina. Í frágreiðingini stendur eisini, at stýrið í Damaskus brúkar tey russisku og tey kinesisku vápnini í álopum á sivilfólk, og at stýrið hevur framt krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini.
Tí vónar Amnesty International, at Helle Thorning-Schmidt fer at taka málið upp, tá Hu Jintao fer í forsætismálaráðið leygardagin at tosa við hana.
-Eg vóni sjálvandi, at forsætisráðharrin tekur málið upp og leggur dent á hesi viðurskiftini, og so vóna vit eisini, at forsætisráðharrin fer at eggja Kina til at taka størri lut í tingingunum um ein vápnasáttmála, sum ST er í ferð við at orða, sigur Stinne Lyager Bech, sum er samskipari hjá Amnesty International, við danska kringvarpið.