Skal tað nú verða eitt krav, at bilar hava alkolás?
Tað er ein spurningur, sum er reistur nú upp undir løgtingsvalið týsdagin. Og tað er ikki yvir at dylja, at valevni sveima rættiliga víða í sínum vallyftum í valstríðnum nú upp undir løgtingsvalið.
Beint nú er veljarafundur, sum Blái Krossur skipar, og sum verður sendur beinleiðis á Rás2.
Har viðgera tey rúsdrekkapolitikkin og í hesum sambandi heldur Zakarias Wang, valevni fyri Nýtt Sjálvstýri, at vit eiga at krevja, at allir bilar skulu hava alkolás.
Alkolás er ein følari, sum skrásetir um førarin hevur drukkið, og hevur hann tað, startar bilurin rætt og slætt ikki.
Hann vísir á, at tað er rættiliga ofta, at rúsdrekka er uppi í, tá ið ferðsluóhapp og –vanlukkur henda.
Og tí heldur hann at vit eiga at brúka teir nýtímans, teknisku hentleikar, sum eru fyri at forða fyri tí. Og ein av hesum hentleikum er alkolásini til bilar, sum skráseta andadráttin hjá bilføraranum, sum avdúkar um hann hevur drukkið.
Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, er ikki samd, tí hon heldur, at hetta er at taka ábyrgdina frá bilførarunum.










