KANNINGARSTJÓRI
Rólant Waag Dam
19. november tilnevndi Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Annfinn V. Hansen, advokat, sum kanningarstjóra í málinum um Skálafjarðartunnilin. Hann skal kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið um ávíkavíst Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður við innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð (Skálafjarðatunnilin) á lógligan hátt.
Landsstýrismálanevndin hevur tilsamans sjey spurningar, sum hon vil hava kanningarstjóran at kanna og skriva eina frágreiðing um.
Kanningarstjórin verður biðin um:
1. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevði nøktandi heimild til at samráðast og skriva undir møguligan sáttmála um bygging, fígging og rakstur av eini privatari tunnilsverkætlan í tíðini aftaná 1. august 2011.
2. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, við ikki at kunna Løgtingið um eftirkanningar- og viðmerkingarskrivið frá embætisfólkum í Innlendismálaráðnum, dagfest 4. juli 2013, tá løgtingsmál nr. 3/2013 varð lagt fyri og viðgjørt í Løgtinginum.
3. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, við at sýta fyri at útflýggja Løgtinginum sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, og í øðrum lagi ikki at geva løgtingslimum møguleika at fáa kunnleika til sáttmálan uttan at undirskriva trúnaðaravtalu.
4. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins í svari sínum upp á fyrispurning nr. 59/2012 eftir § 52a í tingskipanini, um privata avtalu við útlendskt felag um Skála- fjarðartunnil; tá hann valdi ikki at brúka upplýsingarnar frá Landsverki, sum varð biðið um at svara fíggjarliga partinum av spurningunum.
5. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, er farin út um sínar heimildir við at undirskriva avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um at rinda 1 mió. kr. í sokallaðum “break fee”.
6. At kanna, hvønn leiklut løgmaður hevur havt í málinum um Skálafjarðartunnilin, og um hann hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins við at hava tagt ella givið Løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar.
7. At kanna, um løgmaður hevur røkt sína eftirlitsskyldu sbrt. § 33, stk. 3 í stýrisskipanar- lógini ella hevur framt brot á lóggávuna, vísandi til punkt 1-5 omanfyri.
Annfinn skal reinsa
Omanfyri nevndu sjey spurningar skal Annfinn V. Hansen kann og skriva frágreiðing um. Men í samrøðu við Útvarpið týsmorgunin fekk Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, tað at ljóða sum, at kanninginarstjórin Annfinn V. Hansen hevur fingið ein ógvuliga greiðan arbeiðssetning: At reinsa løgmann fyri allan mistanka.
- Nú kemur ein kanningarstjóri at vísa, at tað er einki galið farið fram, og so er tann søgan úti av verðini, segði Kaj Leo Holm Johannesen við Heina Gaard henda morgunin í Útvarpinum, tá hann annars skuldi viðmerkja úrslitið av veljarakanningini.
Ivi hevur verið sáddur um trúvirði hjá Annfinni V. Hansen, eitt nú tí at hann hevur sitið á tingi fyri Fólkaflokkin, at hann er nær tengdur landsstýrinum við ymsum stýrum og nevndum, og tí hann umboða løgmansskrivstovuna í rættarmáli í næstum, sum tað sæst aðrastaðni á hesi síðu.