Skal stuðla undir búseting

- Eg fari at heita á avvarðandi myndugleikar um at finna eitt avloysaraskip beinanvegin, er boðskapurin hjá borgarstjóranum í Havn.

- Tað er avgjørt rímiligt at krevja, at Strandfaraskip Landsins fáa hægri raðfesting, nú ein “ferjuætlan” verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins - og at eitt líkinda avloysaraskip verður útvegað, sum nøktar veruliga tørvin til smáu oyggjarnar.

 

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at hetta vóru krøvini hjá mótmælisgonguni í Tinganesi í dag, sum eisini varð stuðlað av útoyggjafelagnum, sum í áravís hevur kravt, at ferðasambandið til oyggjarnar skal verða so mikið gott, at tað stuðlar undir búseting í bygdunum.

 

- Farleiðin út í Hest er so niðurraðfest nú, at fyri fleiri, sum hava hug til tess, er ikki livandi í oynni. Verður einki gjørt, liggur oyggin skjótt manntóm. Ternan er lívæðrin hjá nólsoyingum, men alt ov ofta kemur fyri, at skipið fer í sigling aðrastaðni - ella, at ferðaætlanin ikki verður hildin.

 

Vegna Tórshavnar kommunu sigur Annika Olsen seg als ikki kunna góðtaka, at nólsoyingar hava so óálítandi ferðasamband millum heimbygdina og Havnina. Hon vísir á, at nólsoyingar eru glaðir fyri Ternuna, men tíverri hendir tað ov ofta, at hon er avloysaraskip - og so verða onnur ov lítil og óegnað skip sett í sigling.

 

- Haraftrat mugu avloysaraskipini eisini avlýsa túrar vegna veður, sum Ternan ikki hevði avlýst.

 Tað er greitt, at hetta er ikki ein haldbar støða, sigur Annika Olsen, sum leggur aftrat, at Tórshavnar kommuna vil, at familjur trívast bæði í býi, bygdum og oyggjum í kommununi.

 

Hon leggur dent á, at eitt álítandi ferðasamband er avgerandi neyðugt fyri, at fólk kunnu vera verandi í oyggjunum, og at nýtt fólk flytur í oyggjarnar.

 

- Vit hava tí eisini fult forstáilsi fyri trupulleikunum hjá útoyggjunum sum heild. Skulu vit varðveita mentanarliga fjølbroytnið í øllum Føroyum, mugu landsmyndugleikarnir sýna størri virðing fyri øllum farleiðum, har sjógvur skilir oyggjarnar.

 

Annika Olsen heitir tí á avvarðandi myndugleikar um, at Strandfaraskip Landsins skulu finna eitt annað avloysaraskip beinanvegin, soleiðis at øll fáa ta sjálvsøgdu tænastu, at tey kunnu líta á ferðaætlanina og soleiðis sleppa til arbeiðis og skúla - og at fólk kunnu heinta børnini á dagstovni eftir arbeiðstíð og annars gera øll onnur daglig ørindi.