Skal stripp bannast við lóg?

Kjak um stripp: Striptease er ein glíðibreyt, heldur løgtingsmaður, sum ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið um at banna striptease í Føroyum við lóg.

 Seinastu vikurnar hevur striptease verið meira sjónligt í Føroyum, enn tað mangan hevur verið. Høvuðsorsøkin til tað er, at Sjónvarpið hevur sent sending um føroyskan strippara í Danmark. Eisini hava aðrir miðlar havt greinar um stripparan.

Men eingin skal hava gleði av striptease í Føroyum, tí tað eru veikar kvinnur, sum verða útnyttaðar til hetta. Tað heldur í øllum førum Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

Hann ætlar sær at leggja uppskot fyri løgtingið um, at stripptease skal bannast við lóg í Føroyum.

Jenis av Rana sigur, at striptease er bannað við lóg í Íslandi og tað er haðani, at hann hevur fingið hugskotið um, hvussu eitt slíkt uppskot kann verða lagt til rættis og orðað fyri at vinna frama í politisku skipanini í Føroyum eisini.


Veikar kvinnur

Jenis av Rana sigur, at royndirnar úr Íslandi vísa, at striptease er ein glíðibreyt, sum førir til skøkjulevnað og kvinnuhandil.

- Striptease er als ikki so meinaleyst, sum tað kann tykjast. Íslendingar siga, at har byrjaði tað so líðandi við, at skipað varð fyri striptease-tiltøkum ymsastaðni. Men hetta vant upp á seg og áðrenn nakar varnaðist, høvdu íslendingar stórar trupulleikar av skøkjulevnaði, sigur hann.

Ein ráðstevna í Norðurlandahúsinum fyri nøkrum árum síðani um kvinnuhandil, staðfesti somuleiðis, at nógv tær flestu kvinnurnar, sum enda í striptease og skøkjulevnaði, eru kvinnur, sum eru misbrúktar. Tað var eisini upplýst, at 90% av teimum vórðu longu misbrúktar, tá ið tær vórðu smágentur.

Jenis av Rana heldur, at tað er neyðugt, at politiska skipanin tekur um rótina á trupulleikanum og bannar striptease, áðrenn tað sleppur at vinda upp á seg, so at vit, áðrenn vit varnast tað, standa við somu trupulleikar av skøkjulevnaði, sum íslendingar hava.