Skal steinast til deyða

Í Sudan hevur ein dómstólur dømt ta knappliga 20 ára gomlu Intisar Sharif Abdallah til deyða, tí hon hevur verið manni sínum ótrúgv. Kvinnan sigur eitt smábarn, og hon og barnið eru nú sett í fongslið, har mamman bíðar eftir, at dómurin skal fremjast í verki.

Mannarættindafelagsskapirnir Human Rights Watch og Amnesty International siga, at deyðadómur í slíkum viðurskiftum merkir, at tann unga kvinnan skal steinast til deyða.

Felagsskapirnir siga, at málið hevur fingið lítla umrøðu í teimum sudansku fjølmiðlunum, men Sudan er eitt av sjey londum í heiminum, sum framvegis hava steining sum revsing í lóggávuni. Felagsskapirnir vísa tó á, at fleiri kvinnur, sum eru dømdar til at verða steinaðar til deyða, hava fingið dómin broyttan.

Amnesty International og Human Rights Watch halda tað vera merkisvert, at hvørja ferð eitt mál um ótrúskap kemur fyri rættin, so eru tað altíð kvinnur, sum verða ákærdar og dømdar. Tað er týðiligt, at her ruggar ikki rætt, siga teir báðir felagsskapirnir.