Í døgunum 20.-27. august verður føroyingurin Hassadi Midjord í Barcelona í Spaniu, har hann skal luttaka í einari stórari poker-kapping, nevnd PokerStars Championship Barcelona Main Event.
Hassadi Midjord, sum býr í Klaksvík, hevur í tveimum undankappingum tryggjað sær luttøku í hesi stóru poker-kapping.
- Í fyrru undankappingini vóru vit stívliga 5000 luttakarar, og í seinnu stívliga 2000, harav vit vóru 50, sum komu víðari til PokerStars Championship Barcelona Main Event.
Hassadi Midjord sigur, at pakkin, sum hann hevur vunnið, hevur eitt virðið av 62.000 krónum, sum fara til flogferð, gisting og luttøkugjald í kappingini, harav sjálvt luttøkugjaldið liggur um 40.000 krónur.
- Í Barcelona komi eg at búgva ógvuliga væl. Hetta verður ein glasilig fimmstjórnað íbúð og myndirnar, eg havi sæð haðani, eru ógvuliga flottar.
Hassadi Midjord sigur, at í kappingini í fjør varð spælt um 80 miljónir krónur, harav vinnarin vann slakar 10 miljónir krónur, og í kappingini hesaferð verður í minsta lagi spælt um 50 miljónir.
Í fjør vóru 1785 luttakarar í PokerStars Championship Barcelona Main Event, og føroyski poker-spælarin væntar, at talið av luttakarum hesaferð verður nakað størri, kanska 2000.
- Eg dugi slett ikki at siga, hvørjar vónirnar eru, men tað verður í øllum førum eitt stórt upplivilsi at verða við í kappingini og annars at njóta hesar dagarnar í Barcelona, sigur Hassadi Midjord.