Hesi næstu árini verður tað eitt høvuðsmál hjá Miðflokkinum at leggja so til rættis, at alt fiskatilfeingið verður avreitt í Føroyum so at tað kemur føroyskari arbeiðsmegi til góða.
Tað varð staðfest á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.
Flokkurin staðfestir, at tað skal eisini vera galdandi fyri makrelin.
- Tað er rætt, tá ið sagt verður, at vit hava ongantíð fingið so nógv burtur úr makrelinum sum í ár, sigur Jenis av Rana.
- Men tað er ikki so undarligt, tí vit hava heldur ongantíð fiskað so nógvan makrel, sum nú.
Men Miðflokkurin heldur ikki, at vit hava fingið nóg mikið burtur úr makrelinum.
- Vit hava avreitt hann til kinesarar og aðrar útlendingar.
Men hereftir má berast so í bandið, at tað ikki verða útlendingar og stráðmenn, sum fara við vinninginum.
Miðflokkurin heldur eisini, at leggast skal so til rættis, at allur fiskurin kemur til høldar.
- Sum støðan er nú, er tað at kalla bara sjálv fløkini, sum verða gagnnýtt, men tað má broytast, so at eisini innvølir, slógv og skræða koma til høldar, tí tað er nógv virði í tí.
Verður tað neyðugt, skal almennur stuðul latast fyri at seta skjøtul á.
Myndin er av fundarfólki á landsfundi Miðfloksins í dag.










