Miðvágur: - Í løtuni seta vit hesar planturnar í teir stóru stamparnar, sigur Poli, sum saman við Martu Næs ger hetta arbeiðið beint við bygdarhúsið í Miðvági.
Poli hevur ikki áður verið við í hesum tiltakinum, men avgjørdi kortini at søkja í ár.
Í góðveðrinum hósdagin í farnu viku vóru Poli og fimm onnur í sama »starvi« í ferð við at rudda hettta økið, sum verður eitt av høvuðsøkjunum á vestanstevnu um vikuskiftið.
- Seinni skulu hesir stamparnir við blómunum í, setast runt ymsastaðni í bygdini, greiðir hann frá.
Fortjena
Hóast tað var fyrstu ferð, at Poli Jóhansson søkti um at sleppa at vera við Ungum í arbeiði, eydnaðist tað honum at sleppa við millum onnur ung, sum høvdu sama áhuga sum hann.
- Eg visti ikki, so nógv um hetta tiltakið frammanundan. Eg hevði bara hoyrt, at tey plagdu at taka ókrút burtur og onnur slík arbeiði, greiðir Poli frá.
Tey vóru fyrsta dagin til arbeiðis mikudagin í farnu viku. Tá arbeiddi Poli við at lúka, men tá vit hittu hann hósmorgunin var hann í ferð við at planta blómur og trø.
Peningin, ið hann forvinnur hesar dagarnar ætlar hann at spara upp. Tað fer starvsfelagi hansara, Marta Næs eisini at gera, tí hon fær helst brúk fyri teimum hetta komandi skúlaárið.
- Eg fari tá á eftirskúla í Danmark –Sædding efterskole, sigur hon.










