Føroya Rættur hevur nú dømt ein mann at sita í fongsli í tíggju mánaðir.
Tað er ein lutfalsliga long revsing, men hann er eisini dømdur fyri eina langa røð av lógarbrotum.
Tilsamans var maðurin ákærdur fyri 14 lógarbrot og hann varð dømdur sekur í tí allermesta við einum undantaki.
Maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður í ein mánað, men eftir at dómurin er fallin, er hann leyslatin og fær boð um at sita dómin seinni.
Nógv tær flestu ákærurnar snúði seg um brot á lógina um rúsevni og í hesum sambandi er hann bæði ákærdur fyri at smugla, fyri at hava rúsevni uppi á sær og fyri at dyrka plantur, sum kundu gerast til rúsevni.
Tilsamans snúðu ákærurnar seg um eina nøgd, ið svarar til sløk 600 gramm av hassji, sigur ákærin.
Maðurin varð eisini ákærdur fyri harðskap og fyri at koyra við ongum koyrikorti.
Tær flestu ákærurnar snúgva seg um lógarbrot, sum eru framd í fjør og í ár, men nøkur einstøk vóru eisini frá 2012.
Ákærin sigur, at dómurin liggur rættiliga tætt upp á tí, ákæruvaldið kravdi. Maðurin tók ímóti dóminum og hann verður sostatt ikki skotin inn fyri landsrættin.