Skal sita dómin í Danmark

Ein grønlendingur, sum tikin varð 12. juli, tí hassj varð funnið í kahútt hansara, vardi seg í rættinum við, at hann ikki visti um hassjið í kuffertinum. Hann átti at havt illgruna, tá ið ein ókendur maður bað hann taka kuffertið við til Grønlands. Revsingin var 10 mánaða treytaleys fongsulsrevsing

Tá ið ein grønlendskur trolari, sum kom úr Danmark, 12. juli legði inn í Havn, fóru tollarar umborð.
Í einum kuffertið, sum stó í kahúttini hjá einum av manningin, funnu tollararnir smá seks kilo av hassji, sum lá í botninum á kuffertinum.
Maðurin, sum búði í kahúttini, segði seg einki kenna til hassjið, men hann varð kortini handtikin og dagin eftir varðhaldsfongslaður. Síðan hevur hann sitið í varðhaldinum í Mjørkadali.
Mikudagin var mál hansara í Føroya rætti.
Tulkur var við, tí maðurin skilti ikki eitt orð á føroyskum og lítið á donskum.
Í meira enn ein mánað var grønlendski trolarin á skipasmiðju í Fredrikshavn í Danmark, og manningin var hesa tíðina í Danmark.
Hesin maðurin hevði verið hjá einum vinmanni í Kolding, og í rættinum greddi hann frá, at tann dagin, hann fór aftur til Frederikshavn, var hann so ringur av timburmonnum, at hann fór inn á eitt vertshús at fáa sær ein javnara. Hetta var fyrstu ferð, hann var í Danmark.

Fekk ongan illgruna
Inni á vertshúsinum kom ein ókendur dani til hansara og spurdi, um hann var grønlendingur. Teir komu í prát, og tann ókendi maðurin bjóðaði umgangir. Ókunnugmaðurin fekk at vita, at grønlendingurin skuldi til Grønlands aftur.
Hin bað hann tá taka eitt kuffert við sær til Grønlands, og hann bað grønlendingin koma útum, tí hann vildi hava mynd av honum at senda kuffertmóttakaranum í Grønlandi.
Ákærin helt tað vera løgið, at grønlendingurin ikki fekk illgruna um, at okkurt var galið, tá ið maðurin ikki segði navn sítt og tók mynd av. Hann hevði einki hugsað, kanska tí hann hevði kenning tá, segði grønlendingurin.
Eisini helt ákærin tað vera løgið, at grønlendingurin ikki kom eftir, at nakað var í kuffertinum. 5,8 kilo av hassji er ikki einki. Men hann hevði ikki hildið kuffertið vera tungt.

Sá einki hassj
Umborð hevði hann latið kuffertið up og sá bara tveir lyklar liggja í tí. Hassjið hevði hann ikki sæð, segði hann. Síni egnu klæðir til vask hevði hann koyrt í kuffertið, tí hann hevði sjálvur bara eina lítla taski. Hetta gjørdi hann fyri at fáa klæðini av vegnum, tá ið vaskast skuldi umborð.
Nevnt var í rættinum, at politiið í Sisimiut í Grønlandi hevði fingið eina fráboðan frá einum ónevndum um, at at ein stór sending av hassji var umborð á trolarunum. Boðini fóru til Føroyar, og tí tóku tollarar og politistar ímóti trolaranum, tá ið hann kom til Havnar.
Ákærin helt frágreiðingina hjá manninum vera ótrúverduga, men tað helt verjin ikki. Hon gjørdi vart við, at mangur føroyingur hevur tikið pakkar ella kuffert við sær, um onkur hevur biðið hann um tað. Hon viðgekk tá, at maðurin kanska hevur verið eitt sindur góðtrúgvin.

Einsamallur í Føroyum
Dómurin var 10 mánaða fongsulsrevsing. Dómarin helt tað ikki vera prógvað, at maðurin sjálvur hevði roynt at smuglað, men hann átti at havt kannað kufftertið og havt illgruna. Við ikki at gera tað hevði hann góðtikið vandan fyri, at rúsevni vóru í kuffertinum.
Áðrenn dómurin varð sagdur bað verjin bønliga um at frídøma mennin, men so varð ikki.
Verjin nevndi, at maðurin tær fyrstu vikurnar sat avbyrgdur í Mjørkadali, men í veruleikan hevði hann sitið avbygdur alla tíðina, tí hann hevði ongan at tosa við. Alla hesa tíðina hevði hann bara fýra ferðir kunna tosa sítt mál og tað va tá ið verjin við tulki vitjaði hann.
Verjin, dómarin og akærin vóru samd um, at maðurin skal sleppa at sita dómin beinanvegin, og tí tók maðurin sjálvur undir við. Tey vóru eisini samd um, at maðurin eigur at sita dómin í Danmark, har kann kann vera í fongsli millum aðrar grønlendingar. Meðan bíðað verður, skal maðurin sita í Mjørkadali.
Tey uggaðu hann við, at hann ikki skal sita komandi 10 mánaðirnar. Fyri tað fyrstu skulu teær átta vikurnar, hann hevur sitið varðhaldsfogslaður, dragast frá. Haraftat er vanligt at royndarleyslata fólk, tá ið tey hava sitið tveir triðingar av einum slíkum dómi.