Mangan hevur tiltikna svínáardaman Tórun Ellingsgaard verið frammi; seinast var tað sum rithøvundur, men serliga kenna vit hana kanska sum sjónvarpsvert. Nú hevur hon fingið enn ein nýggjan leiklut. Hesaferð skal hon samskipa PR til allarhelst størstu vinnurráðstevnu nakrantíð í Føroyum, tá ið Hans Blix og Bill Clinton koma til Føroya í mai.
-Hetta er ein stórur møguleiki hjá okkum at venda ljóskastaranum móti Føroyum. Og vit skulu avgjørt taka henda møguleika, tá ið hann býðst okkum, sigur Tórun Ellingsgaard úr telefonhorninum av grisku oynni Santorini, har hon so mangan vitjar.
Skal fáa tíðindafólk henda vegin
Har sum Bill Clinton fer, har fara tíðindafólkini eisini, og tað er serliga her, ið Tórun skal gera seg galdandi.
- Tað er mín uppgáva, at fáa tiltakið og Føroyar umrøddar í so nógvum viðkomandi útlendskum fjølmiðlum sum gjørligt. Vit eru enn so tíðiliga í fyrireikingunum, at eg tori illa at siga, júst hvørjar miðlar vit fara at leggja okkum eftir, men vit fara at gera ein profil av, hvat vit vilja fortelja útheiminum um Føroyar og brúka vitjanina hjá Clinton til at kveikja ein áhuga fyri Føroyum og tí Føroyar hevur at bjóða uppá, sigur Tórun.
Ferðafólk og útflutningur í miðdepilin
Burturúr øllum hesum tíðindafólkunum, ið koma henda vegin, skuldi umframt at seta Føroyar á heimskortið, helst eisini komið okkurt ítøkiligt burtúr fyri føroyska vinnulívið, ið skuldi sæðst aftur í krónum og oyrum. Tórun fer í hesum sambandi at samarbeiða rættiliga nógv við føroyska vinnulívið. Vinnuframastovan, Atlansflog og Smyril Line eru bert nakrar av fyritøkunum, ið skuldu merkt ágóðan av einari vitjan hjá einum fyrrverandi amerikanskum forseta.
- Vit fara sjálvandi at leggja okkum eftir at fáa Føroyar lýstar sum eitt frálíkt ferðavinnuland. Eisini fara at leggja okkum nógv eftir fáa føroyska útflutningsvøru í miðdepilin, sigur Tórun.
Spennandi uppgáva
Tað er Føroya Arbeiðarafelag, ið hevur sett Tórun Ellingsgaard í henda heldur óvanda leiklut, sum Tórun sær rættiliga nógv fram til. Um hetta er tann mest spennandi uppgávan hon hevur havt, er hon tó ikki heilt klár yvir.
-Nú havi eg roynt mangt og hvat, og fyrst og fremst haldi eg, at hetta er ein spennandi avbjóðing, ið eg gleði meg nógv til. Tó haldi eg, at tað er ov torført at samanlíkna tað at vera rithøvundur, sjónvarpsvertur og so PR fólk. Tey eru øll spennandi størv upp á hvør sín máta, sigur Tórun, ið kemur heim hósdagin at fara undir hesa krevjandi uppgávuna.










