Magni Mohr tók í gjár við sum formaður í Fólkaheilsuráðnum, meðan Kathrina Lindenskov Holm, sum er sálarfrøðingur, verður næstformaður í ráðnum. Magni Mohr tekur yvir eftir Pál Weihe, sum hevur verið formaður í ráðnum síðani 2005. Áðrenn hetta var hann formaður í Fyribyrgingarráðnum.
Hinir ráðslimirnir eru Petra Arge Poulsen, heilsufrøðingur, Katrin Danielsen, kommunulækni, Jón Klein Olsen, politistur, John Henrik Holm fyri undirvísingarverkið, og Elin Ludvig fyri almannaverkið.
Nýggi formaðurin, Magni Mohr, hevur enn ikki hitt hinar ráðslimirnar á fundi, so hann hevur ikki enn sett tær stóru ætlanirnar út í kortið, men ætlar partvíst at byggja á tað arbeiði, undanfarna ráð hevur latið úr hondum.
Rás 2 hitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, Pál Weihe, fráfarandi formann og Magna Mohr, nýggja formannin eftir tíðindafundin í gjár.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðurnar við tey trý.
Fólkaheilsuráðið telur sjey limir, sum landsstýrisfólkið í heilsumálum tilnevnir fyri fýra ár í senn.
Í undanfarna Fólkaheilsuráðnum sótu Pál Weihe, formaður, Marjun Berg, næstformaður, Kári Rasmussen, Bjarta Vilhelm, Jens Jensen, Tórfinn Højgaard og Hannilena Jacobsen.











