Sonni Ragnar Nattestad, sum fyri einari viku síðani gjørdi sattmála við norska Molde FK, fær eftir ætlan ein avgerandi leiklut hjá norska liðnum, har navnframi Ole Gunnar Solskjær er venjari.
- Eg havi samskift nógv við Ole Gunnar undan skiftinum. Hann hevur sagt við meg, at eg eri keyptur inn sum fyrsta val til verjuna, og hann hevur eisini sagt við meg, at hann skal gera meg til mann sum fótbóltsspælara, sigur Sonni Ragnar og heldur fram:
- Eisini hevur hann sagt, at hann sær meg sum ein leikara, sum verður í Molde FK í tvey til trý ár, áðrenn at eg skal seljast víðari til okkurt størri felag. So hetta er ein fantastiska spennandi møguleiki hjá mær, greiðir Sonni Ragnar frá.
Í Sosialinum í dag er drúgv samrøða við Sonna Ragnar Nattestad um skiftið til Molde FK. Í áhugaverdu greinini ber til at lesa um hørðu tíðina í Danmark, nýggja familjulívið og framtíðarætlanirnar hjá 22 ára gamla landsliðsmiðverjanum.
Í greinini kann eisini lesast um serligu søguna, tá ið talentskótin hjá Molde FK var í Íslandi og hugdi at einum heilt øðrum leikara, men heldur fekk eyga á Sonna Ragnar.