Skal samskipa tilboð til ferðamannaskip

Klaksvíkar havn og Klaksvíkar kommuna hava gjørt avtalu við Finn Johannesen, sum hevur drúgvar royndir innan tilboð og upplivingar til ferðafólk, um at samskipa upplivingarmøguleikar og virksemi annars á landi í samband við ferðamannaskip í summar.

Gongdin hjá Klaksvíkar havn hevur seinastu tíðina verið hugalig, har eitt nú talið av bíleggingum frá vitjandi ferðamannaskipum er vaksandi. Í summar koma nøkur stór ferðamannaskip á Norðhavnina, og fleiri eru longu bíløgd at vitja komandi ár.

Tað sigur Klaksvíkar kommuna.

Lagt verður aftrat, at hetta er orsøkin til, at Klaksvíkar havn og Klaksvíkar kommuna hava gjørt avtalu við Finn Johannesen um samskipan av tilboðunum til ferðamannaskipini í summar.

Avtalan við Finn Johannesen í summar er yvir tríggjar mánaðar, har hann fær ábyrgdina av at samskipa virksemið á landi í Klaksvík í sambandi við ferðamannaskip og ferðavinnuna annars

- Finn Johannesen, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík, hevur seinastu árini verið kendur sum ein av virknu monnunum í Suðuroy innan eitt nú ferðavinnu, har hann er oddamaðurin fyri tiltakinum "VILT de Suðuroy", sigur Klaksvíkar kommuna.