Ferðavinnuráð er nú sett á stovn. Tað er uttanríkisráðharrin, sum hevur tikið stig til hetta. Endamálið er at veita Uttanríkisráðnum ráð um yvirskipað ferðavinnumá. Ferðavinnan er tristørsta vinna í Føroyum og hevur risa vakstrarmøguleikar. Skulu vit veksa um hesa vinnu, hevur tað stóran týdning, at vit gagnnýta alla vitan og arbeiðsorku innan økið.
- Ferðavinnuráðið, sum nú er sett á stovn, er farið undir eitt strategiskt og tætt samstarv millum almenna myndugleikan og vinnuna. Framyvir hava vit vinnuna tætt at okkum sum ráðgevandi eind, tá vit skipa ferðavinnupolitikkin og marknaðarføringina.
Tað sigur uttanríkisráðharrin, Jørgen Niclasen.
- Ráðið skal verða við til at samskipa arbeiði betri og samansjóða allar partar í ferðavinnuni.
- Ætlanin er, at Ferðavinnuráðið skal veita Uttanríkisráðnum ráð um ferðavinnumál innan eitt nú hesi øki: 1) at evna ein ferðavinnupolitikk, 2) at evna heildarætlanir fyri ferðavinnuna, 3) at menna Føroyar sum ferðamál, herundir at velja høvuðsmarknaðirnar at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál og 4) at menna ferðavinnuna innlendis í Føroyum.
Ætlanin er eisini, at Ferðavinnuráðið skal virka sum ein ráðgevandi eind, sum ummælir ætlanir hjá Uttanríkisráðnum at játta pening til einstakar verkætlanir.
Limirnir í Ferðavinnuráðnum eru valdir við støði í tilmælum frá pørtunum av ferðavinnuni, og Uttanríkisráðið hevur formansskapin. Limirnir eru: Súsanna E. Sørensen, forkvinna, VisitFaroeIslands, Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, Finn Johannesen, stjóri í Vilt og Anne Sophie Nordendal leiðari fyri Vága Kunningarstovu.