1. september flytur Gunvør Balle við manni og børnum til Reykjavíkar, har hon skal røkja starvið sum sendikvinna Føroya á nýggju føroysku sendistovuni í Íslandi. At londini bæði hava djúp og søguliga bond, sum binda tey saman sum grannatjóðir, er ongin ivi um. Men nú verður grannalagið bundið enn tættari saman av sendistovu Føroya.
Sosialurin fekk orð á Gunvør Balle seinnapartin mánadagin, beint áðrenn hon skuldi við flogfarinum til Íslands. Har skal hon í fyrstu atløgu vera við til innrætta hølini, so alt stendur klárt til stóru móttøkuna, sum verður um miðjan september, tá sendistovan verður tikin alment í nýtslu.
Vit hava valt at práta við hana um, hvat vit føroyingar kunnu fáa burturúr føroysku sendistovuni í Íslandi. Og hon slær beinanvegin fast, at hóast alt sjálvsagt ikki er perfekt í Íslandi, so ætlar hon at vera opin fyri øllum tí góða, sum vit kunnu fáa gagn av, við at samstarva meira við Ísland.
- Vit eru so smá, at vit skulu duga at herma og tillaga, annars drukna vit. Tí vit kunnu ikki uppfinna alt av nýggjum, sigur hon, og fer undir at hugleiða um øki, har vit føroyingar kundu fingið nyttu av samstarvinum við íslendingar.
Hávirða mentan
Gunvør Balle starvast í løtuni sum fulltrúi á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni, har hon hevur menningarsamstarv sum serøki. Hon er 40 ára gomul, og útbúgvin cand. merc. Er gift og eigur trý børn. Men tað, sum vit kenna hana best frá, eru drúgvu royndir hennara frá privata vinnulívinum.
- Vinnulívið er avgjørt mín sterka síða, og har eg havi mína barlast, við nógvum royndum og einum sterkum netverki. Og eg ivist ikki í, at vinnan nokk skal finna útav at gera vart við seg og fáa gagn av sendistovuni í Íslandi – tað beri eg ongan ótta fyri. Tí meti eg tað eisini vera eina eins stóra avbjóðing at fáa onnur øki við eisini. Øki, sum ikki gera so sjónliga vart við seg, og sum eg tí kundi hugsað mær at hjúkla serliga um, sigur hon. Og hon vísir til eina viftu av økjum, líka frá mentan, heilsu, gransking og útbúgving.
- Til dømis innan mentan, sum íslendingar virða eins høgt og vinnulívið, bæði tí tað kann geva fíggjarligt avkast, men so sanniliga eisini tí hon hevur so stóran týdning fyri trivnaðin í landinum og samleikan sum heild, sigur hon, og nevnir millum annað tónleik, sjónleik, bókmentir og list.
- Longu nú hava nógvir føroyingar, sum arbeiða innan mentan, sett seg í samband við meg við hugskotum um samstarv. So tað haldi eg vera ómetaliga spennandi, og veruliga nakað, vit kunnu fáa nyttu av, tí Íslendingar eru komnir nógv longri í mun til at virðismeta týdningin av mentan fyri fólkið, sigur Gunvør Balle.
Vitan er vegurin
Føroyar og Ísland eru fiskivinnutjóðir. Men íslendingar komu fyri mongum árum síðani til ta niðurstøðu, at vitan er vegurin fram, og einasta veruliga alternativið til fiskivinnuna. Síðstu árini eru alt fleiri føroyingar farnir aðrastaðni enn til Danmarkar at nema sær útbúgving, og í hesum sambandi er Ísland ein upplagdur samstarvspartnari, heldur Gunvør Balle.
- Tað tykist mær, sum hava tey langt síðani skilt týdningin av einum góðum universitet, og harvið eisini einum virknum og lokkandi altjóða lestrarumhvørvi. Her kunnu vit kanska læra mest av hugburði teirra. Tí ofta hava vit lyndi til at sammeta okkum við stóru londini fyri sunnan, og umbera okkum við, at vit eru so smá og fá. Men í Íslandi eru tey eisini fá, men har ber tað kortini til, greiðir hon frá. Og hon vísir víðari á, at vit millum annað kunnu læra av royndum teirra við at fáa lesandi úr øllum heiminum at koma hendan vegin, fyri á tann hátt at menna støðið og útboðið á okkara egna universiteti.
- Hetta skuldi aftur havt við sær, at tilboðið til føroysk lesandi gjørdist munandi betur, tí grundarlag knappliga er fyri fleiri lærugreinum, granskarum og ikki minst, einum livandi og mennandi lestrarumhvørvi. Nakað sum vit í stóran mun mangla í dag, tí eitt heilt ættarlið av ungdómum fer av landinum, harav ein góður partur ongantíð kemur heim aftur, staðfestir Gunvør Balle. Hon ivast ikki í, at vit noyðast at satsa nógv meira upp á vitan í framtíðini, og til hetta krevst eitt vælútbúgvið fólk.
At sáa dirvi í fólk
Gunvør kemur sjálv frá einari familju, sum hevur havt tætt og nógv samstarv við Ísland. Tí liggur íslendski hugburðurin til lívið henni ikki fjarur. Vit siga ofta, at íslendingar hava størri sjálvsálit enn føroyingar, og eru meira amerikanskir enn vit. Harafturímóti verða vit løgd undir jantelógina, sum heldur øllum áræði og fyritakssemi niðri.
- Jantelógin er ikki í Íslandi. Og so hevur onkur sagt, at jantelógin og vælferðarsamfelagið eru tvær síður av somu søk. Men tað eigur at bera til at hava eitt vælferðarsamfelag uttan jantelóg, sigur Gunvør Balle. Hon heldur, at íslendingar hava tann góða eginleikan fram um føroyingar, at teir tora at satsa.
- Hetta haldi eg vera alneyðugt, tá man er eitt so lítið land, tí vit hava ikki altíð apparatið til at kanna og fyrireika alt niður í smálutir. Og so eru vit so forbiðið ljót við hvønn annan, tá tað gongur galið, í staðin fyri at taka málið upp, og kanna eftir, hvat vit kunnu læra av tí, sigur Gunvør Balle, sum heldur, at vit skulu blíva nógv betur til at fyrigeva, tá onkur ger okkurt skeivt.
- Í staðin fyri at halda okkum til málið og lýsa tað sakliga, so vit kunnu læra av tí til eina aðru ferð, so fara vit eftir manninum, sigur Gunvør Balle, og nevnir málið um russiska trolaran Olsjanu, har nógvar atfinningar vóru móti persónum.
Ganga í felag
Spurd, hvat hon sær sum fyrstu avbjóðingina, nú hon tekur við starvinum sum sendikvinna, sigur Gunvør Balle, at hennara fremsta uppgáva verður at gera vart við, at vit nú eru umboðað í Íslandi.
- Vit skulu markera, at vit eru har. Og so skulu vit í dialog við vinnuna her heima, til dømis um Hoyvíkssáttmálan, sum er eitt gott fundament at byggja uppá. Men onki kemur eftir einum degi, og tí er ein tílík avtala bara ein karmur, sum skal mýkjast og nýtast, so vit fáa betri karmar at vinna undir, greiðir hon frá. Og nevnir millum annað, at fyritøkur eru, sum halda tað vera torført at koma inn á íslendska marknaðin. Eitt nú tí, at veterineru avtalurnar við EU koma fram um Hoyvíkssáttmálan.
- So tað er avgjørt nakað, vit skulu stuðla teimum í, sigur hon. Og hon ímyndar sær, at vit í alt størri mun skulu venja okkum við at hugsa um Ísland og Føroyar sum eina felags økonomiska sonu, sum kann bjóða seg fram í felag.
- Íslendingar hava frammanundan drúgvar royndir á øðrum marknaðum, enn vit kenna, og hava eina væl útbygda distribution, eitt nú til USA og Ongland. Vit at royna okkum saman við Íslandi, vinna vit eisini royndir, sum kunnu brúkast, tá vit standa einsamøll, sigur Gunvør Balle.