Skal rudda seyðin av vegnum á Facebook

Hóast Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendinsmálum, metir seyð vera størsta vandan fyri ferðslutrygdina á føroysku vegunum, so hevur hon onga konkreta ætlan, um hvussu hesin vandi skal fyribyrgjast. Hon kundi tó væl funnið upp á at melda seg upp í bólkin á Facebook, sum er ímóti seyði á vegnum

- Tað er ein verri ein, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, um seyðin, sum hon heldur er størsti vandin fyri trygdina á vegunum.

Í gjár skrivaði Sosialurin um ein bólk á Facebook, sum er stovnaður fyri at vísa á, hvussu keðiligt limirnir halda tað vera, at seyður gongur á vegnum, og hevur skuldina av nógvum ferðsluóhappum.

Landsverk visti somuleiðis í gjár at siga, at tað eru yvir 60 ferðsluóhapp um árið, ið standast av, at seyður er komin á vegin.

Bøndur hava altíð sagt, at teir ikki duga at skilja, hví teir skulu gjalda fyri at halda seyðinum á sínum stykki, tí teir hava selt tey til teir, ið hava bygt vegirnar.

Somuleiðis heldur Landsverk tað vera øgiliga keðiligt, at teir ikki hava nøktandi játtan at tryggja harðast raktu vegastrekkini.


Kollafjørður týdningarmestur

Annika Olsen er sannførd um, at okkurt má gerast fyri at seyðatryggja vegastrekkini, so talið av asfaltseyði verður munandi skert.

- Tað eru nøkur strekki, ið eru serliga útsett. Kollafjørður er heilt víst týdningarmesta vegastrekkið, og tað skal tryggjast sum skjótast, sigur hon. Somuleiðis greiðir hon frá, at hon væl kundi funnið uppá at fara upp í bólkin á Facebook ímóti seyði á vegunum.

- Tað kundi eg væl funnið uppá, tað ber ikki til, at seyður gongur soleiðis, sigur hon avgjørd. Men hon er ikki avgjørdari enn so, at hon heldur, at málið kann bíða til fíggjarlógina fyri 2010.

- Eg fari ikki at biðja um eykajáttan. Løgmaður hevur gjørt greitt, at allar útreiðslur skulu vera útreiðsluneutralar, so eg fari at royna at fáa tað við til fíggjarlógina fyri 2009, sigur Annika Olsen.


Ógreitt býti

Somuleiðis er Annika Olsen hørm um, at onki greitt býti er, hvør tað er, ið skal gjalda fyri at stika vegirnar av.

- Tað fyrsta vit mugu fáa greiðu á, er hvussu hetta skal skipast. Sjálvandi skal landið taka sína ábyrgd, men kommunur og bøndur eru eisini partur av málinum, sigur Annika Olsen.

Somuleiðis greiðir hon frá, at hon væl skilur bøndurnar, ið ikki vilja gjalda, men at hon heldur, at hetta er ein mál, sum øll hava ábyrgdina av.


Seyðasjón 2015

Í samferðsluætlanini, sum avvarðandi myndugleikar hava gjørt, so skal allur seyður verða fingin av vegnum í 2015, men Annika Olsen er ikki heilt sannførd um, at tað fer at eydnast.

- Eg veit ikki, hvussu realistiskt 2015 er, men tað er eitt heilt gott mál at seta sær. Eg haldi tó, at tað fyrsta, ið má gerast, er at stika økini við mest óhappum fyrst, og síðani at fara í gongd við hini økini.


Onki í 2009

Hóast Annika Olsen er sannførd um, at seyður er til stóran ampa og skaða á vegum, og hon situr við evstu ábyrgd av vegakervunum í landinum, so fer hon ikki at flyta nakrar pengar á sínum øki í ár, og hon vil heldur ikki seta nakrar útreiðslur upp ímóti onkrari aðrari.

- Tað ber ikki til at samanbera ymisku útreiðslupostarnar, sigur Annika Olsen, sum heldur fer at royna at fáa seyðin burtur av vegunum í 2010.


Yvir 2000 limir á Facebook

Klokkan 10 í morgun vóru 2.052 limir í »Seyðin vekk av vegnum« á Facebook, men Annika Olsen var ikki í bólkinum tá.

Men millum tey í bólkinum eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í Mentamálum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og Jóannes Patursson, festari í Kirkjubø. Hetta kundi merkt, at ein stórur partur av Føroyingum – bæði bøndur og poltikarar – eru fyri at fáa seyðin av vegnum.