Málið um teir átta persónarnir, ið blivu tiknir 20 juli fyri at koyra vatnskutarar undir Nólsoynni skal nú roynast í Føroya rætti. Tað upplýsir løgreglan í Norðurøkinum fyri Miðlahúsinum.
Tað er tí, at hetta er fyrsta málið av sínum slag í Føroyum. Í fjør kom ein nýggj kunngerð í gildi sum ger tað ólógligt at sigla við vatnskutara nærri enn 500 metrar úr landi í Nólsoy, Skúvoy og í Mykinesi. Hesar oyggjarnar hava serliga verju, tí tær eru útnevndar til at vera ramsaroyggjar, har serlig atlit skal takast til fuglalívið.
Tá teir blivu handtiknir í juli upplýsti løgreglan, at teir blivu skuldsettir fyri at hava brotið nýggju kunngerðina og at tað varð revsað við bót. Men júst hvussu stór tann bótin er skal rætturin nú taka støðu til nú.
- Løgreglan hevur heimild at geva eina bót fyri lógarbrotið, men av tí, at talan er um fyrsta mál av sínum slag í Føroyum, ynskir man at fáa rættin at seta eitt støði. Síðan kann man í framtíðini brúka grundarlagið og dómin hjá rættinum, upplýsir løgreglan.