Skal royna seg í "Strong woman" kapping í Danmark (FM1)

(FM1) Hoyr sterku kvinnuna, Jónu Nicolajsen greiða frá kappingini hon tekur lut í hetta vikuskiftið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Jónu Nicolajsen úr Skopun seinnapartin.

 

Mong kenna Jónu Nicolajsen sum málverja hjá besta kvinnuliðnum hjá B36, og sum landsliðsmálverja, men seinnu tíðina hevur Jóna eisini vunnið seg fram í "Strong Woman" kappingum.

 

Hetta vikuskiftið kappast Jóna ímóti sterkum kvinnum úr Danmark og Svøríki, og hon er rímiliga bjartskygd um, at tað kann gerast talan um eitt gott úrslit fyri hana í kappingini.

 

Jóna Nicolajsen gjørdist nummar tvey í "Strong Woman" kappingini í Burn Showdown í høllini á Hálsi fyri stuttum. Armgarð av Regni vann ta kappingina.