Løgmaður undirstrikaði, at byrjast skuldi á einum blonkum pappíri, og at neyðugt var at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum við og ikki minst, at allir flokkar á tingi skuldu kunna taka undir við tí, sum fór at spyrjast burturúr.
Løgmaður undirstrikaði í hesum sambandi, at tað var hann, sum nú átók sær hetta arbeiðið, hóast aðrir landsstýrismenn varða av ymsu málunum, ið talan er um. Málini eru:
oSkattapolitikkur
oEftirlønarskipan
oPensjónsskipan
oBarnsburðarfarloyvi
oAls
oLív
oAtgongd til arbeiðs marknaðarútbúgvingar
oKarensdagar
oArbeiðsmarknaðartrætur
Løgmaður hevur sostatt átikið sær ein leiklut, sum man kennast honum rættiliga fremmandur, nevniliga at samskipa viðurskifti, sum hoyra til aðrar landsstýrismenn. Hin vegin er tað gleðiligt, at løgmaður nú ásannar, at eingin av hansara tegnum er mentur at lyfta og tíansheldur at loysa m.a. trupla pensjónsmálið fyri allan arbeiðsmarknaðin. Gott og væl eitt valskeið er farið og einki úrslit.
Hugskotið hjá løgmanni er gott, og vit í Javnaðarflokkinum kunnu ikki annað enn fegnast um hetta stig.
Á innleiðandi fundinum vóru trý innlegg:
oskattur og ávirkanina á samfelagið
oframtíðar aldursbýtið og pensjónir
oymiskar eftirlønarskipanir.
Trý áhugaverd innlegg. Men als ikki nøktandi, tí týðandi partar av arbeiðsmarknaðarpolitikkinum vóru als ikki tiknir við. Hví bert taka trý innlegg, um innlegg skuldu vera til slíkan fund? Høvdu hesi trý størri týdning enn tey, sum ikki vóru?
Tað tykir mær løgið, nú løgmaður leggur so stóran dent á at byrjast skal við blonkum pappíri, at so nógv tos kann vera um framtíðar pensjónsskipanir, uttan at samhaldsfasti verður tikin uppá tungu. Tað er í lagi, at løgmaður ynskir eina fólkatrygging, har hvør sætar sær, og tað er eisini í lagi, at ein tryggingarmaður greiðir frá um tær loysnir, sum liggja í tryggingarskipanini, men heilt at tiga samhaldsfasta burtur, nú byrjast skuldi, tað var ikki serliga kvalifiserað.
Samhaldsfasti er ein veruleiki, og tað veit løgmaður væl, og hann veit eisini, at stórur partur av løntakarasíðuni á arbeiðsmarknaðinum og í hvørfall Javnaðarflokkurin síggja henda sum einasta skilagóða møguleika fyri einari skjótari og góðari loysn á pensjónsmálinum. Tí skuldi sjálvandi eitt innlegg snúð seg um henda møguleika, um møguleikar nú skuldu nevnast á fundinum. Hví var samhaldsfasti frá fyrsta fundi útistongdur?
Eisini mælti løgmaður til eina verkætlanarnevnd, har arbeiðsgevararnir fáa trý umboð og løntakarafeløgini fáa trý. Hetta ljóðar jú rímiligt. Men síðan skulu fleiri aðalráð umframt løgmansskrivstovuna umboðast. Hetta kan ikki annað enn geva eina slagsíðu, har løntakararnir verða undirumboðaðir. Eg taki tað fyri givið, at umboðini fyri ráðini heldur halla til arbeiðsgevarasíðuna enn løntakarasíðuna, serliga soleiðis sum politiska vektin liggur í sitandi samgongu. Neyvan fer eitt nú fíggjarmálaráðið at tala søk løntakaranna.
Men alt í alt eitt gott tiltak og eitt gott hugskot frá løgmanni, um tað tók honum hálvfimta ár at koma so langt. Men eg haldi tíverri ikki, at byrjanin boðar frá einum heilt blonkum pappíri. Pappírið er bert blankt, um báðar síðurnar eru blankar. Men tað fara løntakaraumboðini uttan iva at gera vart við.
Annars góðan arbeiðshug.