Skal Pamela hitta Arnfinn á Birtuni?

Pamela Anderson er ikki bert ímóti grindadrápi – hon er eisini fyri fríum marijuna

Pamela Anderson hevur luttikið í arbeiðnum hjá fleiri vælgerandi felagsskapum í USA. Hon hevur eisini stuðlað arbeiðnum hjá Paul Watson og Sea Shepherd, og í tí sambandi kemur hon til Føroya á ólavsøku at vísa sín stuðul til stríðið ímóti grindadrápi.

Pamela Anderson hevur eisini roynt ávirkað myndugleikarnar í USA til at gera marijuana lógligt. Hon skrivaði eitt bræv til Barack Obama, forseta, og bað hann broyta lóggávuna, so fólk frítt kunnu keypa marijuna.

- Vit eiga at gera marijuana lógligt. Hetta hevði gjørt okkara landamørk tryggari og hjálpt fólki í longra lagi. Vit skulu dyrka hamp í USA – tað hevði skapt arbeiði og hevði verið gott fyri umhvørvi, segði Pamela Anderson millum annað í brævinum til Obama

Vit hava tó einki frætt um, at Pamela Anderson skal hitta Arnfinn á Birtuni og Hampafólk á Føroyaferðini.