Thomas Arabo
????
Á Oyrareingjum-Signabø búgva í dag tvey til hálvtriðhundrað fólk. Her er gott og slætt lendi fram við fjørðinum líka úr dalinum út á Sperm (gomlu hvalastøðina). Um økið verður lagt út til sethúsabygging so má roknast við at eini 6-700 fólk búgva her um nøkur fá ár. Økið er eitt tað mest barnavinarliga í landinum-her er stutt bæði til fjals og fjøru og eingin gjøgnumgangandi ferðsla.
Síðst í 80-unum var tað "in"at hvør kommuna skuldi hava ídnaðarøkir so virkir kundu verða bygd saman, so tey ikki vóru til ampa ímillum hús í bústaðarøkjum. Kollafjarðar Kommuna tók so avgerð um at leggja eitt slíkt øki framm við landi inni á Oyrareingjum. Í 1988 bleiv so byrjað og sprongt bleiv út niðan ímóti vegnum og grótið koyrt á sjógv. Eitt sindur harmuligt at síggja tað vøkru fjøruna verða sprongda burtur men úrslitið var so byrjanin til eitt hampuliga stórt øki íð fór nakrar metrar - kanska 20 út frá landi. So kom kreppan og arbeiðið steðgaði tí pengar vóru ikki til at halda fram. Økið lá so og samlaði órudd í eini10-12 ár. Burtursæð frá at økið sum so sá út sum "Jerusalems ødlæggelse", so sá tað ikki út til við tí lítlu frástøðu sum tað hevði frá landi at tað nervaði tí vøkru og sermerktu náttúru og tað fuglalív sum var á Oyruni nakað nevnuvert. Daláin sum jú er grundarlagið fyri teimum náttúrufyribrigdum sum har eru, rann so at siga ótarnað.
Í 2000 eru vit so komin í Havnar Kommunu og nú hendir so nakað á økinum. Stórur partur av grótinum frá Vágatunnlinum verður koyrt á sjógv her á Oyrareingjum og menn byrja at tosa um at gera havn her so at siga uppi á turrum.
Tað sum er hent inni á økinum á Oyrareingjum síðan grótið frá Vágatunnlinum kom afturat er at økið er líka órudduligt -lat tað fara - men tað sum er ógvu-liga nógv meira órógvandi er at Daláin nú er so mikið innibyrgd at alt blívur ein sugga innan fyri hesa ólukku útfylling helst til stóran ampa fyri alt lív og umhvørvi har inni. Harafturat so fyllist alt so skjótt við sandi nú so trongt er blivið at um 20 ár er heilt sikkurt turt lendi har sum keiin á Langasandi er í dag.
Nýggj byrjan - trivnaður, umhvørvið og barnafamiljur raðfestast høgt.
Soleiðis segði nýggi býráðsmeirlutin tá hann tók við.Her hjá okkum er tað hent,at okkurt øki afturat er lagt út til sethúsabygging.Umhvørvisnevndin hevur lýst ruddingardag í allari kommununi men tykist ikki at hava áhuga í tí neyðtøku av umhvørvinum sum fer fram her hjá okkum, ella kanska tey ikki hava varnast. Nú havi eg so gjørt vart við tað!
Og so koma vit til ætlanirnar um at byggja havn her inni. Kontainarhavn - tað ljóðar so flott og onkur tosar um nógv arbeiðspláss. Við mínum kunnleika til slíkar havnir og eg havi kannað nógvar so eru næstan eingi arbeiðspláss - har er alt so automatiserað, at tað er næstan fólkatómt.
Alt í alt so er hettar eitt krypulprojekt alt sum tað er. Oyðileggjandi fyri plássið, forðandi fyri menning sum trivnaðar búpláss og leggur upp til klandur og rok í eina langa framtíð, til fedranir at hesum projekti síggja, at her fóru teir skeivir.
Dugi ikki við mínum besta vilja at síggja, at teir myndugleikar sum hava ábyrgd av at okkara náttúra skal umfarast skynsamliga, ikki gera vart við seg. Og býráðsmeirlutin, íð telur teir flokkar sum hava hægsta etiska støðið, kunnu ikki hava viðgjørt hettar málið og góðkent hesa ætlan, tí so er trúvirðið fokið
Hvat er skilagott at gera?
Fyri 30 árum síðan var skilamaðurin Øssur av Steinum inni á gólvinum - hugsi hann var borgarstjóri tá - og tosaði um at gera havn úti á Sperm og út eftir, tí sum hann málbar seg "tað at havnarmenn trunka oljutangar, skipasmiðju og fiskavirkir saman á Vestaru vág tað kemur einaferð at forbjóða seg sjálvt". Tann dagurin sær út til at nærkast skjótt.
Ongantíð blivu ráðini til at byggja umrøddu havn. Ikki tí at økið er gott - óavmarkaðir møguleikar at víðka økið suðureftir tað verið seg bæði til containarahavn, oljuvinnu og líknandi. Har verður ongantíð bústaðarøki - har er for bratt. Síðan eigur vegur at verða gjørdur frá tunnils-munnanum oman fyri núverandi búsetingina og út á Sperm. Stikvegir kunnu so bindast í verandi veganet til og ímillum húsini, íð eru og koma. Ein slík loysn hevði verið langsiktað og góð. Í veruleikanum er tað einki her sum hastar so øgiligt - um Norrøna leggur at í Runavík einar tvær tríggjar ferðir um árið ja tað eigur ikki at fáa skilafólk í Tórshavnar kommunu at grýta fleiri tíggjutals milliónir burtur í óðum verkum.
Tað fyrsta sum má gerast er tó at hampa um økið inni á Oyrareingjum og gera tað nýtsluklárt til okkurt skila-gott. Kundi verið til smærri virkir, ella hví ikki flutt alt virksemið í samband við aling her yvir tí har herast krøvini til at slík virkir skulu haldast burtur frá øðrum virksemi. Tað at gera økið borðbært aftur kann blíva eitt størri arbeiði, tí eg kundi ímyndað mær at friðingarmyndugleikarnir kundu sett krøv um at innaru hornini á báðum útfyllingunum - bæði tí norðaru og tí sunnaru - blivu tikin upp aftur, so sjógvur fær frítt at fara inn í hasa sugguna, sum nu er komin.
Áheitan.
Tit í býráðnum lovaðu okkum eina nýggja byrjan og nýhugsan. Tað líta vit so á, og rokna við at vit sum borgarar í Tórshavnar Kommunu verða líka virðismettir við aðrar borgarar sum búgva nærri Vaglinum. Eitt sum ongantíð má gloymast er at Kollafjørður ongantíð verður ein býlingur men ein bygd við øllum teimun eyðkennum ein bygd nú einaferð hevur.
Øll hava vit skyldu at taka atlit til náttúruna og trivnað hjá fólki íð býr við fjørðin. Taðverður ikki gjørt við at kroysta eina kontainarhavn inn á botn í Kollafirði við øllum teimun negativu avleiðingum, íð fylgja við einari slíkari.