Skal nú greiða frá hvat hann fer at gera við siglingina til Mykinesar

Sambandi er bæði dýrt og vánaligt, heldur løgtingsmaður

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, skal nú greiða frá, hvat hann ætlar at gera fyri at bøta um ferðasambandið til Mykinesar.

Tað er Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum vil hava greiði á, hvørjar ætlanir eru um at bøta um ferðasambandið til Mykinesar.

Hann vísir á, at siglingin er lívsæðrin hjá útoyggjafólki og siglingin, og tyrluflúgvingin, eru einasti samband við meginøkið.

– Eisini eru vælferðartænastur sum lækni, sjúkrahús, barnaansing og eldratilboð langt frá bústaðinum, sigur hann.

Men hann ásannar samstundis, at tað er stórur munur á prísunum fyri at ferðast ímillum oyggjarnar.

Ein túrur við Smyrli ímillum Suðuroynna og Havnina, kostar 80 krónur, men tað er báðar vegir, so tað kostar 40 krónur hvønn veg. Á øðrum rutum kostar ferðaseðilin 40 krónur.

Men tað kostar 100 krónur fyri eitt vaksið fólk at fara við ferjuni til Mykinesar - og tað er hvønn veg, so ein túrur aftur og fram, kostar 200 krónur.

Jóhannis Jonsen hevur fingið upplýst, at ynski er um at hava sigling frá páskafrítíðini til og við heystfrítíðina.

Páskadagur er 12. apríl og heystferian endar 18. oktober, men dag er bara samband frá mai til septembur.

Hann hevur eisini fingið upplýst, at eingin skipaður farmatúrur er um summarið, og at burturkast liggur í mánaðir, áðrenn tað verður ført av oynni.

Tí vil Jóhannis Joensen hava at vita, hvørjar ítøkiligar ætlanir Jørgen Niclasen hevur við ferðasambandinum til Mykinesar.

Hann vil eisini hava at vita, hví tað er so nógv dýrari at ferðast til Mykinesar enn til aðrar oyggjar, og somuleiðis skal landsstýrismaðurin greiða frá um nøkur ætlan er um at hava ymsar ferðaseðlarprísir, alt eftir um talan er um fastbúgvandi á Mykinesi, pensjónistar, føroyingar og útlendingar.

Hann vil eisini hava at vita um nøkur ætlan er um at tryggja føroyingum framíhjárætt til nøkur pláss við ferjunum hjá Strandferðsluni fram um útlendsk ferðafólk.

Og somuleiðis vil Jóhannis Joensen hava at vita um nøkur ætlan er um at hava skipaða farmasigling til Mykinesar og um nøkur ætlan annars er um at gera ábøtur á lendingina í Mykinesi.