Skal menna miðbý og ferðavinnu

Tað er einki minni enn ein perla í miðbýarhjartanum, tað nýumvælda og útbygda Hotel Tórshavn, sum týsdagin alment varð tikið í brúk.

Fyri tey mongu, sum hava gist á gamla Sjómansheiminum og fingið mangan góðan døgurða á matstovuni eru broytingarnar einki minni enn ein lítil kolvelting. Frá at vera eitt sjómansheim telist staðið nú millum tey snotuligastu hotell í landinum. Johannes Jensen, stjóri er fegin, nú alt tað nógva byggiarbeiðið loksins er liðugt. Og hóast hann ikki vil siga, hvussu nógvar milliónir alt hetta hevur kostað, so sær hann fram til, at íløgan kann forrenta seg og at tey við hesi íløgu hava givið sítt íkast til at taka ímóti einum vónandi vaksandi tali av turistum. –Við hesi útbygging vóna vit, at ferðavinnan kann fáa betri og víðari karmar, umframt at vit eisini kunnu bjóða staðið fram til allar føroyingar sigur Johannes Jensen.

 

Tað var í august 2005, at tey yvirtóku Sjómansheimið. Hava síðan umvælt allan bygningin innan.

Harumframt er bygningurin málaður reyður uttan við eyðkendu gomlu hvítu strípunum. Eisini er ein uttandura fortovscafé gjørd oman ímóti Vágsbotni. Gamla inngongdin frá Mylnugøtu er tikin í nýtslu aftur. Samstundis er høvuðsinngongdin umvæld og gjørd handicapvinarlig við rampu og skjótihurð.

Innan fevna umvælingarnar um elskipanir, alarmskipanir, elevator, teppi, máling, ventilatión, køk, innbúgv, alment handicaptoilet, internet, vm. Ídag hevur Hotel Tórshavn 43 kømur og 3 góð fundarhøli frá 8 til 80 fólk. Harumframt eru trý smá bólkarúm, sum eisini kunnu brúkast til fundir. Umvælingin hevur tikið umleið 15 mánaðir.

 

Ein serliga góð sjónvarpsskipan er sett upp, so øll kømur hava 25 rásir at velja ímillum. Eisini er fyri fyrstu ferð Pay TV á hotelkømurum í Føroyum. Nýggja sjónvarpsskipanin hevur eina fráboðanarskipan og viðlíkahaldsskipan, sum ger raksturin munandi lættari og tænastuna betri. Øll kømurini á Hotel Tórshavn hava sera gott útsýni. Helmingurin hevur útsýni yvir vakra havnalagið við smábátunum, meðan hin helvtin av kømurunum hevur útsýni yvir Ráðhúsið og Vaglið.

 

Tað, sum sermerkir stílin, eru litirnir og vøkru lampurnar. Á kømurunum eru Starck lampur og teppini eru egið design frá Ege tepper. Stílurin er sera gjøgnumgangandi, blandaður við klassiskum og modernaðum litum og innbúgvi.

 

Gamla Sjómansheimið er í dag eitt veruligt hotell við øllum hentleikum. Á kømurunum er strúkibretti, ketil til Kaffi/te, hárturkari, Sony Flatskermar, vm. Kømurini eru ljós og rúmlig við góðum útsýni og ókeypis interneti. Eisini eru serliga góðar myrkaleggingar gardinur, sum ganga frá lofti til gólv. Hetta gevur munandi betur náttasvøvn skilst. Madrassurnar eru av Jensen slagnum og eru uttan iva millum bestu hotellmadrassur í Føroyum.

 

Hotel Tórshavn er roykfrítt - tó er møguligt at roykja í túninum uttanfyri við stólum, borðum, markisu og hitalampum. Um roykt verður er bótin kr. 2.500,-. Upphæddin kemst av at hotellið hevur beinleiðis brandalarm samband til brandstøðina. Tá ið falskur alarmur er fær hotellið eina rokning frá brandstøðini. Harumframt skulu tey gera kømurini eyka reint um roykt verður. Sostatt er eingin "vinningur" í hesi stóru bótini uppá kr. 2.500 sigur Johannes Jensen, stjóri. Higartil hava tvey fólk goldið hesa bót, tí tey hava roykt á kamarinum.

 

Umframt vøkru svituna við gosbað eru tvær aðrar eins stórar svitur við einari hugnaligari nichu út móti Vágsbotni, har 4-5 fólk kunnu sita og hugna sær. Nøkur kvinnurúm ella Superior rúm eru eisini.

Hesi hava fótbað, baðikápu og inniskógvar, damubløð, kurv við ymiskum kremum, parfumu, vm., stóran hárturkara greiðir Johannes Jensen frá.