Heri Ziska
_________
Ítróttur fyllir allsamt meir í fjølmiðlunum í dag, og tað munna verða fá børn, sum ikki eru knýtt at onkrum ítróttarfelag. Hetta, at børn og ung brúka so nógva tíð uppá at íðka ella hyggja at ítrótti merkir, at ítrótturin kemur at verða við til at mynda virðisgrundarlagið hjá hesum børnum. Tí er vert at hugsa um hvørt ítrótturin í dag livur upp til hesa ábyrgd.
Doping er ofta tikið fram sum ímyndin av snýt innan ítrótt, og er doping eisini ein stórur trupulleiki. Men verður hugt at t.d. einum fótbóltsdysti í sjónvarpinum, so síggjast javnan sokallaði "professionel fríspørk" ið eru fríspørk, har í tann, sum ger fríspark, veit at hann brýtur reglarnar innan sín ítrott, men velur tilvitað at snýta fyri at fáa ein fyrimun, akkurát sum tá Ben Johnson valdi at snýta fyri at gerast "heimsins skjótasti maður". Eitt føroyskt dømi um tað sama var í einari steypafinalu í hondbólti, har ein spælari gjørdi fríkast, beint áðrenn dysturin var lokin. Viðkomandi spælari var spurdur eftir dystin hvat í hendi, og svaraði hesin spælarin at "eg visti at eg fór at fáa reyða korti, men eg gjørdi tað fyri liðið". Hesi orð kunna yvirsetast til "eg snýtti fyri at vinna", og eru tað stórt sæð somu orð, sum Ben Johnson segði, tá hann varð spurdur, hví hann valdi at taka stimbrandi evni í royndini at gerast heimsins skjótasti maður.
Dømini omanfyri eru einans nøkur heilt fá um, hvussu ítróttarfólk velja at bróta reglarnar innan sín ítrótt fyri at fáa ein fyrimun framum tey, ið kappast verður ímóti. Ofta verður ført fram til forsvar fyri hesum snýtarum at "hatta má man tola", "øll gera tað", "man ger tað fyri liði" osf. Tað skerst tó ikki burtur, at úrslitið í øllum førum er tað sama. Nevniliga at hesi sokallaðu ítróttarfólkini snýta fyri at fáa ein fyrimun. Og um tey so vinna, so verða tey fyrimyndir hjá teimum ungu, sum sostatt vaksa upp við eini ímynd av ítróttinum sum eitt stað, har í snýt er í lagi, so leingi tað gevur ein fyrimun. Og við tað at ítróttur í dag fyllur so nógv, sum hann ger, so merkir tað samstundis, at hesin sera óhepni hugburður kemur at verða partur av virðisgrundarlagnum hjá hesum persónum.
Dømi eru nógv, har video upptøkur hava prógvað, at tað varð snýtt, men har verður sum oftast onki gjørt við teirri undanførslu, at tað er ikki viðtikið at man kann nýta videoupptøkur sum prógv. Ella við ørum orðum "tað er í lagi at snýta, um dómari ikki sær tað!"
Um ein hyggur at, hvussu nógv verða tikin fyri at hava nýtt stimbrandi evni og sammetir hetta við, hvussu nógv snýt fer fram innan ítrótt, so er tað undrunarvert, at snýt við stimbrandi evnum hevur fingið eina so serliga støðu í mun til alt annað snýt, ið fyllir nógvar ferði meira á einumhvørjum ítróttarvølli. Tað tykist, sum um at tað er valt at fokusera uppá ein lutfallsliga lítlan trupulleika fyri at umganga at skula takað støðu til ein nógv stórri trupulleika.
Hesin mangulin uppá eina klára støðutakan móti snýt av øllum slag frá ítróttarins síðu er tað, sum ger at børn og ung í dag lætt kunna fáa tað fatan, at snýt er ein tydningarmikil partur av ítróttinum, og at tað at snýta er í lagi, so leingi sum fyrimunur kann vinnast á tann hátt. Vorðið sum virðisgrundarlag at geva børnum til teirra ferð gjøgnum lívið!