Skal lutast sundur í smábitar og býtast ímillum nakrar fáar hendur

?Aftanfyri teir fáfongdu dreymarnar um ein føroyskan virðisbrævamarknað, liggur ein ætlan um at luta almennar fyritøkur sundur í smábitar og at býta tær ímillum nakrar fáar hendur, sigur Atli Dam

Privatiseringar

?Tað kann væl vera, at tað eru nógvar góðar grundgevingar fyri at privatisera Fiskavirking. Men tað eru líka nógvar góðar grundir til at vera ógvuliga varðin.
Tað segði Atli Dam, tá ið hann gav sítt íkast til kjakið um privatisering á landsfundinum í javnaðarflokkinum.
Atli Dam er av okkara drúgvastu politikarum og hann ivaðist ikki í, at tað, sum fór fram í løtuni, var ein fjald ætlan, sum hevði til endamáls at luta Fiskavirking sundur í smábitar og at býta hana ímillum nakrar fáar hendur.
?Tað er eisini júst hetta, sum liggur aftanfyri teir fáfongdu dreymarnar um ein føroyskan virðisbrævamarknað, segði Atli Dam.
?Ein føroyskur peningamarknaður hevur ikki ein livandi kans at standa seg, segði hann.
Eitt nú nevndi hann, at danski fondsbørsurin var ov litil.
? Og nú seta føroyingar eitt heilt apparat á føtur, saman við íslendingum, við tí fyri eyga at luta almennar fyritøkur sundur.
Annars helt hann, at í grundini var Fiskavirking var ein eftirgerð at gomlu skipanini, tá ið Fiskasølan hevði alt at siga.
? Og ein slík skipan kann ikki halda fram í allar ævir, segði Atli Dam.
? Men tá ið broytingar verða gjørdar, skulu vit vera vís í, at tað, sum verður gjørd, er rætt og rættvíst og kemur heildini og samfelagnum sum heild, til góðar. Tí er tað rætt at bíða, og at vísa varsemi, so at vit vita, hvat vit gera.
? Og eg dugi ikki at síggja nakað rættvíst í, at tey virði, sum tað almenna hevur bygt upp, nú skulu pivatiserast uttan víðari.

Gongur ímóti privatiseringum
Kortini er tað so, at gongdin er fram ímóti privatisering og tað eigur eisini javnaðarflokkurin at taka til sín, tí í summum førum kann tak verða gagnligt.
Atli Dam helt, at skal tað privatiserast, eigur tað at vera ein fortreyt, at tað førir kapital til virkini, men at arbeiða eftir leistinum, sum nú er stungin út í kortið, har endamálið er at geva nøkrum fáum einstaklingum nøkur pappír at seta pening í, skapar onki.
Men hann helt, at javnaðarflokkurin var inni á tí rætta, tá ið hann mælti til at byrja varliga til at býta ímillum fólk til fólkaogn.
? Eru nógvir partaeigarar í Føroya Banka, hevur tað tann fyrimunin, at nakrir fáir partaeigarar kunnu ikki gera, sum teir vilja í tráðanini eftir vinningi, tí tann tráðanin er oftast stuttskygd.
Hann vísti á, at ein stovnur, sum talan hevði verið um at privatisera, var realurin, har hann sjálvur var stjóri. men verður tað hjørt, ivaðist hann ikki í, at rentan av lánum til fiskivinnuna fór at hækka nøkur prosent.