Leingi væntaða bókin hjá Una Holm Johannesen um landsliðsmálmannin við topphúgvuni kemur út mikudagin.
Trukkførarin arbeiddi seg fram til stjóra í Vaðhorni. Einki løgið er í tí, tí hann leyp av trukkinum í áttatiárunum og bjóðaði evropisku fóbóltsmillióningunum av.
Føroyar savnaðu hesar trukkførarar, bakarar, elektrikarar, bilmekanikarar, húsasmiðir og annað gott fólk í eitt gott lið, hann læt seg í ein hvíta topphúgvu og flongdi Eysturríki. ??
Eysturríkarar skelva framvegis fyri húgvuni, føroyingar eru framvegis heitir um hjartað, tá ið hugsað verður um løtuna. Nú hevur Jens Martin Knudsen sagt sína fótbóltssøgu og lýsir hetta lívið innanífrá.
Úr málinum, úr umklæðingarrúminum, úr einseminum á kømurunum um kvøldið umframt spenningin at standa í mál, frøina at skora mál og endiliga at koma á mál sum sigursharri.
??Søgan ber boð um ókúgandi vilja, dirvi og seiggi - og hon er ikki keðilig. ??Bókin kemur út mikudagin 22. august.