9. og 10. november fær Granskingarráðið vitjan av Anne Haglund-Morissey, ráðgeva í Directorate-General for Research and Innovation.
Anne Haglund-Morissey kemur til Føroyar at kunna fyritøkur um, hvussu tey kunnu søkja um stuðul úr Horizon 2020 til menningar- og vakstrarætlanir.
Granskingarráðið upplýsir á teirra heimasíðu, at umframt kunningarfundir verður
vitjað í Mentamálaráðnum og á Fróðskaparsetrinum.
Í starvi sínum fæst Anne Haglund-Morissey við Horizon 2020 úr einum breiðum sjónarhorni. Á almennu kunningarfundunum fer hon at greiða frá og greina møguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi og stovnum at luttaka í Horizon 2020
umsókn.
Anne-Haglund Morissey luttekur á tveimum fundum. Báðir verða 9. november, tann fyrri klokkan 10 í Vinnuhúsinum og seinni klokkan 14.30 í Bókasavninum við Løkin.