Skal kringvarpsgjaldið avtakast ella broytast?

Tað er spurningurin, sum verður viðgjørdur í beinleiðis kjaki á Rás2 í dag

Skal kringvarpsgjaldið avtakast, ella broytast.

Tað er ein spurningur, sum fer at verða viðgjørdur í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 í dag.

Við pallborðið sita Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, Jacob Vestergaard, landstýrismaður, og Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum.

Óli Breckmann, sum skipar fyri sendingini, staðfestir, at føroyar fingu pressufrælsi fyri stívari hálvaaðru øld síðan, stutt eftir at danska ríkið fekk grundlógina.

 

Fyri nøkrum árum síðani vóru Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya løgd saman fyri at skilbøta raksturin. Men síðani hevur Kringvarpið verið í støðugari penganeyð.
   

- Hvat fáa føroyingar fyri tær 3.700 krónurnar sum hvørt húsarhald noyðist at rinda í kringvarpsgjaldi um árið?

- Men skal kringvarpsgjaldið skipast øðrvísi, ella avtakast, so at føroyingum stendur í boðið, frítt at velja, hvønn miðil, tey vilja rinda til?    
Kundu vit býtt kringvarpsgjaldið ímillum fleiri fjølmiðlar, sum lúka Public Service sáttmálan?
 

Ella ber tað til at gera eina skipan, har fólk gjalda við korti fyri tær sendingar, tey vilja sleppa at hoyra, ella síggja, fara teir tríggirpolitikararnir við pallborðið at skifta orð um.