Skal Jørgen Niclasen vera ”borgarstjóri” í Havnini?

Brandur í Dali, valevni á lista E til býráðsval í Havnini
-----


?Hóast talan í dag er um eitt býráðsval so mugu vit gera okkum greitt, at tað sum fyrigongur á landspolitiska pallinum kann fáa ólukkuligar fylgir fyri Tórshavnar kommunu.?Lat okkum halda okkum til veruleikan. Vit vita øll hvør hevur veruliga politiska valdi í Føroyum í dag. ?Okkara samfelag minnir ikki sørt um eitt kongaríkið har okkara løgmaður situr sum ein modernaður kongur uttan veruligt vald. Lat okkum sláa fast, at hesa støðu hevur ongin demokratiskur føroyingur ynskt.
?Hetta líkist mest einum sjónleiki har løgmaður skal eitast at ráða og vera oddafiskur, men í veruleikanum er hann settur til at skipa fyri borðhaldi og uttanlandsvitjanum og ongum øðrum. Okkara løgmaður hevur í dag onki veruliga vald. Hvør hevur ynskt tað? ?Tað átti at verið einum og hvørjum greitt, at veruliga valdi í Føroyum hevur ein sørvingur, sum við nøkrum fáum atkvøðum hevur megna at fingið sær óavmarkað vald. ?Hevði hann hildið seg til demokratiskar spælireglur so átti hann rós uppiborið, men so er ikki.
Tað sum er mest syndarligt er, at sørvingurin er í holt við at kollvelta okkara vælferðarsamfelag. Tað sum bara vil gagna teimum fáu.?
Her eru nøkur fá dømi um førda politikkin:??- Ein stórur biti er høgdur burturav Eftirlønar-uppsparingini hjá vanliga borgaranum. Somu pengar verða latnir teimum háløntu ígjøgnum skattalættar. Tí tað tænir Fólkaflokkinum best.

- Landsbankin verður avsagdur og tømdur, og ein skilagóð rødd tagnar. Tað tænir Fólkaflokkinum best.

- Havstovan skal pínast og onki nýtt havrannsóknarskipið skal byggjast. Vit skulu vita sum minst um okkara fiskastovnar. Tí tað tænir Fólkaflokkinum best.
?- Fiskiveiðueftirlitið verður niðurpínt og skipini verða løgd. Eftirlitið á okkara havøki skal vera sum minst. Tí tað tænir Fólkaflokkinum best.?
-Tjóðpallurin skal pínast og steðgast. Mentafólk skulu rekast av landinum. Tí tað tænir Fólkaflokkinum best.?
- Koyripengar og pensiónir til lands- og løgtingsfólk skulu varðveitast. Soleiðis verður mutur latin teimum fólkavaldu. Goldið verður við kassa eitt - skattafrítt úr landskassanum. Tí tað tænir Fólkaflokkinum best.?
Hetta eru bert nøkur fá dømi úr stóru rúgvuni, - her er sjón fyri søgn, hetta er politikkurin hjá Fólkaflokkinum. Her er talan um eitt rán fyri og annað eftir. Næsta strategiska málið er uttan iva gróthúsið á vaglinum. Og tapa vit tann leikin so er onki eftir.

Seinastu 4 árini hava vit haft eina sterka samgongu í Tórshavnar kommununi. Samgongan hevur torað og megna at talað ímóti førda politikkinum hjá sørvinginum og hansara samgongu. Tí er umráðandi at veljarin valdagin velur fólk, sum eru før fyri at halda Fólkaflokkin burtur frá pengakassanum hjá Tórshavnar kommunu. ?Vit eiga ikki at lata okkum lumpa av kávalótum hjá lokalfelagnum í Havn, tey royna at lumpa og lirka við barnakekki og siga seg vera verju teirra lágløntu. Hetta er svørt tala.
?Tí er tað so umráðandi at veljarin ikki velur lista A til býráðsvalið. Ein slík atkvøða vil verða brúkt til at økja um valdið hjá sørvinginum. Og ein atkvøða til Sambandsflokkin hon er burturspilt - tað síggja vit hvønn tann einasta dag.