Tað ber ikki til at staðfesta, at ætlanin hjá tí 25 ára gamla manninum var at drepa politistarnar, og tí ber heldur ikki til at døma hann fyri drápsroynd. Tað var niðurstøðan hjá Føroya Rætti, eftir at málið seinnapartin týsdagin varð tikið upp til dóms.
Ákærin metti hendingina í Magnus Heinasonargøtu í Havn um morgunin hin 11.september at vera so álvarsliga, at maðurin varð skuldsettur fyri drápsroynd móti politistunum.
Í rættinum vísti ákærin millum annað á, at var ætlanin hjá manninum bara at skjóta fyri at ræða politistarnar, so kundi hann havt skotið aðrastaðni, t.d. upp í loft. Frástøðan millum mannin og politistarnar var 21 metrar, og skotið brast í bakrútin og stólpan á politibilinum, sum annar av politistunum goymdi seg aftanfyri. Ákærin førdi fram, at 25 ára gamli maðurin átti at hava dugað sæð, at tað var ein ávísur vandi fyri, at skotið fór at raka politistarnar.
Í síni skuldseting førdi ákærin fram, at um dómarin ikki metti, at 25 ára gamli maðurin ætlaði at drepa politistarnar, so mátti hann í hvussu so er dømast fyri at hava sett lív og heilsu hjá politistunum í vanda.
Verjin metti, at talan als ikki kundi vera um drápsroynd. Hann vísti á, at tað skal kunna prógvast, at maðurin veruliga ætlaði at drepa politistarnar, og at tað var einki sum bendi á, at so var.
Í síni niðurstøðu segði Føroya Rættur, at hann metti ikki, at tann 25 ára gamli maðurin hevði í hyggju at drepa politistarnar, ið stóðu ávíkavist aftanfyri ein bil og eitt húsahorn. Men av tí at maðurin hevði skotið við høglbyrsuni móti politistunum, so metti dómarin, at talan var um eina »særlig hensynsløs handling«, ið kundi seta lív og heilsu hjá politistunum í vanda.
Føroyar Rættur valdi tí at døma mannin 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Harumframt skal hann gjalda góðar 15.000 krónur í endurgjaldi fyri skaðan, skotið frá høglbyrsuni gjørdi á politibilin, umframt at politiið legði hald á tvær byrsur hjá manninum.
25 ára gamli maðurin hevur sitið í varðhaldinum síðan hann var handtikin 11.september, og henda tíðin verður drigin frá teimum 10 mánaðunum, ið dómurin ljóðaði uppá. Hóast maðurin og verji hansara bóðu um umhugsingartíð til at kæra dómin, so verður maðurin fyribils sitandi í varðhaldinum. Hetta góðtók hann í rættinum týsdagin.
Ákærin rímuliga nøgd
Hóast ákærin, Dorthe Møller Andersen, upprunaliga metti grundarlag vera fyri at skuldseta mannin fyri drápsroynd, so hevði hon kortini tikið fyrivarni og í øðrum lagi skuldsett mannin fyri at seta lív og helsu hjá politistunum í vanda. Eftir dómin segði ákærin, at tá rætturin nú ikki metti, at talan var um drápsroynd, so var hon rímiliga væl nøgd við dómin. Hon vildi tó mælt til, at maðurin átti at havt fingið umleið eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing.
Verjin, Jógvan Páll Lassen, segði eftir dómin, at eftir hansara tykki var tað mest umráðandi, at maðurin ikki varð dømdur fyri drápsroynd, og hann fegnaðist um, at dómarin var av somu áskoðan. Hann metti tó, at 10 mánaða fongsul var í meira lagi. Verjin og tann 25 ára gamli maðurin hava nú 14 dagar at umhugsa, hvørt teir skulu kæra dómin fyri hægri rætt.